stjóri á Bakkafrost From Wikipedia, the free encyclopedia
Regin Jacobsen (føddur 27. januar í 1966) er núverandi stjóri á føroysku alifyritøkuni Bakkafrost, eftir at hann tók yvir frá pápanum, Hans Jacobsen, eisini nevndur Hans á Bakka. Í Føroyum vóru fyri fyrstu ferð milliardingar skrásettir í september 2014, tá ið Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen, áttu partabrøv, sum tilsamans vóru verd meira enn 1,1 milliard krónur. Regin bleiv í 2014 kosin sum nummar eitt av stjórum á miðalstórum fyritøkum, ið eru skrásettar á Oslo Børs, valdur út av 600 greinarum.
Regin Jacobsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. jan 1966 |
Starv | vinnulívsfólk, chief executive officer |
Foreldur | faðir Hans Jacobsen |
Skyldfólk | Hans Jacobsen (Pápi), Birna Vestergaard (systir) |
Dátuheiti |
Regin Jacobsen vann sær síni fyrstu oyru longu tá hann var smádrongur, tá hann hjálpt pápanum, Hans á Bakka, niðri á Bakkafrost. Regin tók spakuliga meir og meir yvir í felagnum Bakkafrost og gjørdist stjóri í 1989.[1] Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE), og Regin var tá einasti stjóri í felagnum. Regin hevur líka síðani hann fekk tittulin sum CEO, førka felagið longur og longur út í heim, og ídag er Bakkafrost eitt av leiðandi feløgum innanfyri laksaproduktión.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.