Wikimedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Wikimedia Foundation Inc. er foreldrafelagið hjá Wikipedia, Wiktionary, Wikiquote, Wikibooks (og eisini Wikijunior og Wikiversity), Wikisource, In Memoriam 9/11 [1], Wikimedia Commons, Wikispecies [2], Wikinews, og Nupedia (ikki virkin). Tað er ein áhugafelagsskapur skipað eftir lógunum í Florida, USA. Stovnanin av felagnum var formliga kunngjørd av fyrrverandi Bomis stjóranum og Wikipediustovnaranum Jimmy Wales 20. juni 2003 [3].
Málini hjá stovninum eru at menna og varðveita opin, wiki-grundaðar verkætlanir og at bjóða almenninginum alt innihaldið á teimum verkætlanunum ókeypis. Umframt at reka ta longu mentu fleirmæltu almennu alfrøðina Wikipedia, er ein fleirmælt orðabók og samheitaorðabók nevnd Wiktionary, ein savning av sitatum nevnd Wikiquote, ein goymsla av keldutekstum á einumhvørjum máli nevnd Wikisource og ein savning av t-bókatilfeingi ætlað lesandi (so sum tekstbøkur og viðmerktar bøkur, ið eru public domain) nevnd Wikibooks. Wikijunior er ein ungdómsætlað verkætlan.
Stovnurin rekur eisini eitt minningarsavn av greinum um álopini 11. september 2001 og virksemið hjá hvílandi verkætlanini Nupedia (sum ikki er wiki, men tó opið innihald). Framhaldandi vøksturin av øllum Wikimedia verkætlanunum er fyrst og fremst orsakaður av stuðli. Wikimedia Stovnurin roynir at vaksa um inntøkurnar við alternativari fígging, so sum játtanir og stuðulveitan.
Navnið "Wikimedia" var smíðað av Sheldon Rampton í einum boðum til postlistan hjá ensku Wikipedia í mars 2003. Tað er av og á kritiserað fyri sín líkskap við navnið Wikipedia, sum førir til fløkju millum nýkomarar til verkætlanina.
Við fráboðanini av Stovninum flutti Wales eisini ognarrættin av øllum Wikipedia, Wiktionary and Nupedia navnaøkjum til Wikimedia saman við ognarrættinum til alt tilfar í hartil hoyrir til verkætlanirnar, sum vóru stovnaðar av Bomis starvsfólkunum ella Wales sjálvum. Telduútgerðin, sum Wikimedia-verkætlanirnar eru á, vóru eisini latnar av Wales til Stovnin. Navnaøkini wikimedia.org og wikimediafoundation.org vórðu tryggjað Grunninum av Wikipedia-stuðlinum Daniel Mayer. Bandvíddin hjá Wikimedia og orkan eru goldin av stuðli til verkætlanina frá feløgum og einstaklingum.
Í januar 2004 útnevndi Jimmy Wales sínar Bomis-felagar Tim Shell og Michael Davis til nevndina hjá Wikimedia Stovninum. Í juni 2004 var val hildið fyri at finna tvey brúkaraumboð í nevndina. Eftir ein mánað av valstríði og tvær vikur av atkvøðugreiðslu á internetinum vóru Angela Beesley og Florence Nibart-Devouard vald í nevndina. Síðani tað hevur Wales havt Beesley í starvi í fleiri vinnuframtøkum.
Seinni vóru fleiri onnur formlig størv ment: Tim Starling varð útnevndur menningarleiðari fyri at hjálpa samskipanini av menningini av MediaWiki-ritbúnaðinum, og Daniel Mayer varð útnevndur fíggjarleiðari fyri at halda roknskap og samskipa fíggjarframtøk.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.