Usbekistan (usbekskt: O'zbekiston) er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Tasjkent. Usbekistan var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 1. september 1991. Fólkatalið í Usbekistan er umleið 36 milliónir (2022). Usbekistan er eitt av ríkastu og fjølbygdastu londunum í Mið-Asia. Stórt ráevnistilfeingi er í Usbekistan. Har er nógv olja, gass, kol, gull og uran. Stór gassleiðing er løgd úr Bukhara og norður til Uralfjøll í Russlandi. Men gassið verður eisini nýtt í usbekiska ídnaðinum, til dømis í evnafrøði-ídnaðinum og maskin- og flogfaraídnaðinum. Landslagið er skiftandi; tveir triðingar eru oyðimørk og turrar grasfløtur; men har eru eisini fruktagott lendi og stríðar áir og snjótakt fjøll. Gomlu býirnir fram við Silkivegnum eru farnir at draga nógv ferðafólk til sín, og útlendskar fyritøkur eru uppi í at gagnnýta stóra ráevnistilfeingið og góðu vatnorkumøguleikarnar. Usbekistan er fjórðstørsta bummullarland í heiminum. Usbekar nevna bummull "hvíta gullið". Silkivegurin er navnið á forna handilsvegnum úr Kina, ígjøgnum Mið-Asia, Miðeystur og til Evropa. Mangir gamlir islamskir býir, ið vóru handilsmiðdeplar, eru fram við vegnum. Ímillum teirra eru Samarkand, við mongum vøkrum islamskum bygningum, og Bukhara, sum er pílagrímsbýur hjá muslimum, og Tasjkent, høvuðsstaðurin í Usbekistan, sum er gitin undir navninum "gosbrunnabýurin".

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
O'zbekiston Respublikasi
Flagg Usbekistan
(Flagg Usbekistan)
Skjaldarmerki Usbekistan
(Skjaldarmerki Usbekistan)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: O'zbekiston Respublikasining Davlat Madhiyasi
Alment mál Usbekskt
Høvuðsstaður Tasjkent
Forseti Shavkat Mirziyoyev
Forsætisráðharri Abdulla Aripov
Fullveldi 1. september 1991
(frá Sovjetsamveldinum)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
448.978 km²
4.9 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
36.024.000
74.1/km²
Gjaldoyra Sum (UZS)
Tíðarøki UTC +5
Økisnavn á alnetinum .uz
Telefonkota +998

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.