From Wikipedia, the free encyclopedia
Svínoy hevur fingið navn av svínahaldi, sum var vanligt í Føroyum í víkingatíðini og inn í miðøldina. Eitt annað hugskot sigur, at "svín" í hesum førinum sipar til ein trýkant (sum í "svínafylking"), og kemst av skapinum á fjallinum Keldufjall. Svínoyggin stendur eins og Fugloyggin bert av teimum ovastu basaltfláunum, og er jarfrøðiliga eitt áhugavert stað. Náttúran er sera fjølbroytt. Fram við sjóvarmálanum er bratt og illgongt, meðan tað omaná er slætt við stórum fløtum. Fuglameingið er fjølbroytt og nógv er til av heiðafugli. Føroya størsta koloni av Skúgvi finnist her. Eisini er plantulívið fjølbroytt og serstakt. Sjáldsami runnurin Baraldur veksur uppi á oynni.
Svínoy | |
---|---|
Landafrøði | |
Vídd | 27,4 km² |
Vatn | 0,1 % |
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 31 (Juni 2024) |
Íbúgvatættleiki | 1,4 /km² |
Másin siglir úr Hvannasundi hvønn dag, eftir ferðaætlan. Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ein lastbilur førir farm og ferðagóðs ímillum lendingina og bygdina. Arbeitt hevur leingið verið við at bøta um samferðsluna m.a. við at gera nýggja havn "yviri í Havn" og ein tunnil til Havnina. Politiskt hevur henda ætlan enn ikki fingið undirtøku.
Svínoy er 27,4 km² til støddar. Oyggin liggur langt burtur frá miðøkinum, so fólkatalið er nógv minkað.
11. juni 2007 varð kunngjørt, at Svínoyar kommuna verður løgd saman við Klaksvíkar kommunu eftir komandi bygdarráðsval. Frá 1. janunar 2009 er Svínoy við í Klaksvíkar kommunu.
Størsta virksemið er í landbúnaðinum, men í dag er bert seyðahald í oynni. Mjólkakvotan varð seld fyri nøkrum árum síðani. Afturat hesum eru tey alemnnu parttíðarstørvini m.a. hjá strandferðsluni, postverkinum og tyrlu avgreiðslu. Í dag eru eingin børn í oynni og harvið eingin skúli. Tað verður arbeitt við at økja um ferðavinnuna, og bygdafólk hava í umbúna, at fara undir virksemi til frama fyri ferðavinnu. Landbúnaður hevur møguleika at økjast og gerast meira fjølbroyttur um so er, at fortreytir vera skaptar fyri hesum. Økt framleiðsla innan fiskaaling er uppløgd, men talan kann eisini vera um aðrar nissju vinnugreinar, tó alt hetta treytað av, at tað verður lættari at føra vøru til og frá staðnum. Arbeitt verður við at byggja eitt røktarheim í oynni. Vónin er, at hetta fera at bøta um arbeiðsmøguleikan hjá kvinnum, og gera at tey gomlu ikki noyðast av oynni.
Tað er manna søgn, at Svínoy sum aðrar av oyggjunum var flotoy av fyrstu tíð. Hon kom upp fyri norðan, men sást sjáldan av fólki, tí at hon førdi sum oftast toku við sær, og var sjálv huld í mjørka. Nú skal sigast frá, hvussu til bar, at hon varð føst oyggj. - Í bygdini Viðareiði á Viðoynni áttu menn eina súgv, men ongan gølt, og tó varð súgvin kviðin á hvørjum ári og átti grísar. Allir undraðust mikið á hetta, og kundu ikki fáa skil á, hvussu hetta bar til. Fólk søgdu nú, at tey høvdu saknað hana stundum úr bygdini, men at hon tó altíð var komin skjótt aftur. Ein dagin fór hon kvikliga eystur ígjøgnum bygdina og yvir um eið móti Eiðsvík. Ein kona fekk fatur á henni og bant lyklakippu upp í halan á henni. Súgvin fór á sjógvin og svam frá landi. Nakað eftir hetta síggja menn á Viðareiði oyggj koma undan sunnanvert á eiðinum. Teir manna sum skjótast út bát og rógva at oynni, og nú kundu teir bæði finna hana og lenda á henni. Tá ið súgvin hevði borið jarn á hana, festist hon, og straks lýsti í mjørkanum, sum hevði ligið um hana. Og har hevur hon ligið síðani. Men teir kallaðu hana Svínoy, av tí hon var full av svínum, tá teir komu út á hana, og svín hevði fest hana í botn, so at hon ikki var flotoy longur. Men úti á henni var tað, at Viðareiðissúgvin hevði søkt sær brund.
27 nov. 1786 fór "Skotaskipið" ið sluppin "Rachel" úr Stromness í Orknoyum vanliga verður nevnd í Svínoy, á land í "Skotabuktini". 22 mans vóru við, 3 bjargaðust og 17 lík vórðu funnin, hesir eru grivnir í "Skotagrøvunum" vestanfyri bygdina. Sunnudagin 28 aug. 2011 avdúkaði Stephen Hagan, Convener í Orknoyggjum, ein minnisvarða á staðnum, við minnisplátu ið býráðið í Stromness hevur latið gera. [] []
V. U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi Keypmannahavn 1891 - bind 1, s. 352
Heimasíðan hjá Hagstovu Føroya
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.