Skopun
From Wikipedia, the free encyclopedia
Remove ads
Skopun er niðursetubygd á norðurendanum á Sandoynni; hon var grundað 1. apríl 1833. Nú er Skopun næststørsta bygd í oynni. Ferjusambandið er gott millum Streymoynna og Sandoynna, Teistin siglur nógvar túrar dagliga millum Gomlurætt og Skopun. Føroya Løgting samtykti í 2014, at farast skuldi undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Streymoynna (Sandoyartunnilin) í seinasta lagi í 2018. Eftir ætlan skal tað vera koyrandi millum oyggjarnar í 2021.[2]
Streymurin er harður í Skopunarfirði.
Remove ads
Søga
Skopun er yngsta bygd í Sandoynni. Hon er niðurseturbygd og varð grundað í 1833. Har eru 2 kongsbøndur og nógvar traðir. Ein minnisvarði er reistur teim sjólátnu í Skopun norðalaga í bygdini. Í Skopun er lívfiskastøð, ið ger kynsbótararbeiði, sum tryggjar alibrúkunum runt um í landinum frískan og góðan fisk.
Skopun eigur eitt bygdahús, Samljóð, sum varð liðugt bygt í 1991. Húsið er vælegnað til samkomur, fundir, veitslur o.a. Húsið verður eisini leigað út til bólkar, ið kunnu gista har nakrar nætur. Húsið hevur góðar umstøður til menningartarnaði. Ungmannafelagið Samljóð eigur húsið.
Havnarlagið
Remove ads
Áhugaverd støð
- Kirkjan, vígd 1897.
- Minnisvarði teirra sjólátnu.
Keldur
Slóðir úteftir
Wikiwand - on
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Remove ads
