From Wikipedia, the free encyclopedia
Sandvík er ein bygd í Suðuroynni. Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík, seinni varð navnið broytt til Sandvík. Sandvík er norðasta bygdin í Suðuroynni. Nærmasta grannabygd er Hvalba. Hesar báðar bygdir vóru bundar saman við einum tunnli í 1969. Sandvíkartunnilin er 1500 metrar langur, hann hevur eina koyribreyt og fleiri møtipláss. Tunnilin er 2,8 metrar høgur og er hann lægsti tunnil í Føroyum.[2]
Sjálvt um Sandvík er niðursetubygd, so hava fólk tó búð í Sandvík í Víkingatíðini. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum og tók gullringin, sum Sigmundur hevði um armin.
Sandvík var ikki bygd aftur fyrrenn millum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni var í Føroyum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn, Sandvík, aftur.
Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.
Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handilsmonnunum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har.
Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.
Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.