From Wikipedia, the free encyclopedia
Sandefjord kommuna er ein býur og kommuna í Vestfold fylke í Noregi. Sandefjord sentrum liggur við endan á Sandefjordsfjorden. Við hálvoynnum Østerøya og Vesterøya er strondin hjá kommununi so nógvar sum 146 km, og tekur ein allar strendurnar og allar smáttu- og útferðsturistrarnar við, er Sandefjord ein summarbýur. Sandefjord kommuna er størsta kommunan í Vestfold.
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Fylki: | Vestfold |
Vídd : | 122 km² |
Íbúgvar: | 41 912 (2007) |
Staðseting: | {{{staðseting}}} |
Heimasíða: |
Norðanfyri kommununa liggur Stokke, vestanfyri liggur Andebu, í ein útsynning liggur Larvik og eystan liggur Tønsbergsfjorden og Tjøme. Í Sandefjord er ein lítil "eksklave" Himberg, sum liggur í larvíkarøkinum beint har sum kommunan endar.
Sandefjord er kend fyri sigling og kemiskan ídnað. Býurin er eisini kendur fyri skipabygging og hvalaveiðu. Hvalídnaður verið ein týðandi partur av søguni, eitt nú verksmiðurnar hjá Anders Jahre. Jotun er í dag størsta virki í Sandefjord. Bæði eftirgjørda Gokkstaðarsskipið «Gaia» og hvalabáturin «Southern Actor» eru úr Sandefjord. Fullriggarin «Christian Radich» varð bygdur á mekaniska verkstaðnum í Framnes. Rannsóknarskipið hjá Ernest Shackleton, sum æt Endurance, byrjaði sína allarfyrstu ferð úr Sandefjord, tað var í 1912. Sandefjords- og Sandarkommuna vórðu samanlagdar í 1968.
Úr Gokstadhaugen gróvu teir í 1880 fram tað nú so víðagitna Gokstadskipið. Tað var grivið í bláleir, við framskutinum móti sjónum; síðan hevur gravkamar verið bygt og masturin høgd av í hædd við kamarið. Í tí var gravsettur ein høvdingi; hann var lagdur í song sína, latin í síni bestu klæði og við sær hevði hann fingið øll vápnini. Rannsókn av beinunum vísti, at hesin mað ur var o. u. 50 ára gamal, 178 cm høgur. Trúliga Olav Geirstad-Alv kongur, sum grivin er her o.u. ár 900. Annars var í skipinum funnið, umframt song kongsins 5 aðrar sengur, ein stórur bronsuketil, jarnskerðingur, diskar, koppar og tunnur, klæði úr silki og úr ull, eitt talvborð, spenni o.a. úr jarni, gyltari bronsu og blýggj. Uttanfyri skipi lógu minst 12 hestar og 6 hundar og inni í skipinum ein páfuglur – eitt sjáldsamt og kostiligt djór.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.