Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Samuel Jacob Sesanus Olsen, róptur Jacob Olsen (1. oktober 1904 í Sandavági - 13. oktober 1994) var skúlalærari, rithøvundur og týðari. Foreldur hansara vóru Joen Peter Pauli Olsen, fiskimaður, úr Sandavági og Lisbeth Olsen, fødd Magnussen, úr Leynum.[1]
Áðrenn Jákup fór á Læraraskúlan, var hann í fimm fjórðingár krambasveinur í Sandavági, og eitt ár var hann til skips. Í 1923 fór hann á Læraraskúlan í Tórshavn og tók prógv haðani í 1926.[2][3]
1. septembur 1926 varð hann settur sum lærari við Tvøroyrar skúla. 1. febr. 1961 gjørdist hann varaskúlastjóri við sama skúla og var í hesum starvi, til hann 67 ára gamal legði frá sær 31. oktobur 1971.[1][2]
1928-1931 var hann saman við Sámal Johansen blaðstjóri á Barnablaðnum.[1][2][4] Úr hesum blað er tilfarið tikið til bókina Nú Breddar, sum Føroya Lærarafelag gav út, tá ið Jacob Olsen fylti 60 ár.[1][5]
1932-33 var hann á Statens Lærerhøjskole og lærdi dýra- og plantulæru eins og enskt og roknimátar. Aftaná læs hann fjarlestur í enskum í 4 ár.[1]
1957-58 tók hann ársskeið á Danmarks Lærerhøjskole í enskum, landalæru og skúlabókasavnsarbeiði.[1]
Hann hevur sitið sum limur í og formaður av Froðbiar sóknar heilsunevnd og eitt skifti limur í líkningarnevndini, eins og hann hevur verið urguleikari við Tvøroyrar kirkju á Tvøroyri í nærum 25 ár.[1][2]
Í nøkur ár var hann settur próvdómari í skrivligum føroyskum hjá realflokki, 9. og 10. flokki. Ofta hevur ein og annar, ið følir seg ótryggan í tí skrivaða málinum, søkt og fingið vegleiðing frá honum.[1]
Úr norskum hevur hann føroyskað bókina Kubbin.[1][2][6]
Jacob Olsen giftist 1. okt. 1933 við Olgu Mariu f. Hansen, dóttir Sigvald og Hansinu Hansen av Tvøroyri. Pápin er ættaður úr Stokke í Noregi. Olga Olsen er fødd 16. oktober 1903 á Tvøroyri.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.