St. Lusia (enskt: Saint Lucia) er ein oyggj og eitt land í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Castries, har búgva 32,4% av øllum íbúgvunum á oynni. Fólkatalið í býnum er 60.263. Størri býir eru eitt nú Gros Islet, Soufrière og Vieux Fort.

Saint Lucia
Flagg Saint Lucia
(Flagg Saint Lucia)
Skjaldarmerki Saint Lucia
(Skjaldarmerki Saint Lucia)
Tjóðarslagorð: «The Land, The People, The Light»
Tjóðsangur: «Sons and Daughters of Saint Lucia»
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Castries
Kongur Charles III
Forsætisráðharri Philip J. Pierre
Fullveldi 22. februar 1979
(frá Stóra Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
617 km²
1.6 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2009
 - tættleiki
 
173 765
298/km²
Gjaldoyra Eysturkaribiskur dollari (XCD)
Tíðarøki UTC -4
Økisnavn á alnetinum .lc
Telefonkota +1 758

Jarðfrøði

Vulkanska oyggin St. Lusia hevur meira fjallalendi enn hinar Karibisku oyggjarnar. Hægsta fjallið á oynni er Mount Gimie sum er 950 metrar høgt. Tvey onnur fjøll, Pitonirnar (the Pitons), forma tað kendasta staðið á oynni. Tey eru millum Soufrière og Choiseul á vestursíðuni á oynni. St. Lusia er eisini ein av teimum heilt fáu oyggjunum í heiminum, ið hevur ein hevur eina vulkan, har ið fólk kunnu koyra inn í vulkanina. Veðurlagið er tropiskt, og javnan er vindur av landnyrðingi við turrari árstíð frá umleið 1. desember til 31. mai, og einari vátari árstíð frá 1. juni til 30. november.

Fólkið

Miðalaldurin er 24,1 ár (2002). Málini ið verða tosað á oynni eru enskt og franskt-kreolskt.

Umleið 90% av íbúgvunum eru katolikkar, 3 % eru anglikanarar, meðan 7 % hoyra til ymiskar aðrar átrúnaðir innan protestatismuna.

Saint Lucia hevur tað hægsta talið av nobelprísvinnarum í mun til fólkatalið. Tveir nobelprísvinnarar koma frá oynni, Arthur Lewis sum fekk búskaparprísin í 1979, og Derek Walcott sum fekk bókmentavirðislønina í 1992.

Fyrisitingarligt býti

Thumb
Kort yvir St. Lusia

Saint Lucia er býtt sundur í 11 øki, sum til tíðir hava verið umrødd sum sýslur av bretsku hjálandamyndugleikunum.

  • Anse la Raye, 31.0 km²
  • Castries, 79.5 km²
  • Choiseul, 31.3 km²
  • Dauphin
  • Dennery, 69.7 km²
  • Gros Islet
  • Laborie, 37.8 km²
  • Micoud, 77.7 km²
  • Praslin, 16.0 km²
  • Soufrière, 50.5 km²
  • Vieux Fort, 43.8 km²
Thumb
Saint Lucia

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.