danskur skaldsøguhøvundur, leikskald og filmsrithøvundur From Wikipedia, the free encyclopedia
Peter Asmussen (føddur 28. mars 1957 á Frederiksberg, deyður 25. juni 2016[1]) var ein danskur rithøvundur, leikskald og filmsrithøvundur.
Asmussen, ið var sonur Jes Peter Asmussen, gjørdist studentur frá Østre Borgerdyd Gymnasium í 1975. Fyrsta bók hansara gjørdist stuttsøgusavnið Stemmer, ið kom út í 1989. Eftir tað gav hann fleiri bøkur út og fekk fleiri ferðir stuðulsveiting frá Statens Kunstfond. Í 1996 var hann annar av filmrithøvundunum til kenda filmin hjá Lars von Trier Breaking the Waves.
Í 2000 fekk hann Kjeld Abell-prisen[2] og Danske Dramatikeres Hæderspris og í 2010 fekk hann Reumert-virðislønina í bólkinum i Ársins leikskald fyri Ingen møder nogen, ið varð framført á Husets Teater. Í 2016 fekk hanm Reumert-virðislønina í sama bólki sum fyrr, hesaferð fyri Soli Deo Gloria, ið varð framført á Betty Nansen Teatret.[3]
Hann giftist Juliane Preisler í 1996. Hin 25. juni 2016 andaðist hann, eftir at hava verið sjúkur í longri tíð.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.