From Wikipedia, the free encyclopedia
Móritius ella Mauritius (enskt: Republic of Mauritius) er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagaskar. Síðani umleið ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Móritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Móritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60 prosent av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini. Móritius er heimsmeistari í javnstøðu. Miðallívsævin í landinum er 74,0 og 15,6 % av fólkinum eru ikki lesifør 1.
| |||
Tjóðarslagorð: "Stella Clavisque Maris Indici" | |||
Tjóðsangur: "Motherland" | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Port Louis | ||
Forseti | Prithvirajsing Roopun | ||
Forsætisráðharri | Pravind Jugnauth | ||
Fullveldi | 12. mars 1968 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2,040 km² 0.05 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
1 288 000 631.4/km² | ||
Gjaldoyra | Rupi (MUR) | ||
Tíðarøki | UTC +4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .mu | ||
Telefonkota | +230 | ||
Móritar vænta at spara eini 75-90 % av orkunýtsluni til køling av dátusentrinum "The Mauritius EcoPark", við at nýta kaldan sjógv úr havinum, heldur enn meira klassiska "air conditioning". Sovorðin skipan verður longu brúkt á Cornell University í New York, har tey longu hava staðfest eina orkusparing á 86 %, og í Toronto hava tey eisini eina líknandi skipan.
Mong djór, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva á Móritius.
Í 1505 varnaðist ein portugisiskur sjófari, at í oynni Móritius var ein ovurstórur fuglur. Hann var 25 kg og nevndist drontur. Skjótt fóru hópin av skipum, sum vóru á veg úr Evropa til India, at leggja leiðina um Móritius, har sjómenninir gjørdu sær dælt við feskum drontskjøti. Fuglurin var lættur at veiða, tí hann dugdi ikki at flúgva. Og tað, sum sjómenninir ikki fingu fyribeint, tað gjørdu hundar og kettur, sum teir løgdu eftir seg í oynni. Tey ótu eggini og ungarnar hjá drontinum. Seinasta frásøgn um livandi dront er frá 1681. Síðan er hann ongantíð sæddur. Einasta, sum á okkara døgum finst eftir hann, eru tveir skøltar og ein fótur. Hesi beinaræ og nakrar fáar tekningar geva okkum eina ábending um, hvussu dronturin hevur sæð út.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.