From Wikipedia, the free encyclopedia
Mars (symbol: ) er gongustjørna næst jørðini. Mars er turr og lítil gongustjørna. Ýtan er reyð og grýtut. Hon hevur íspólar og tunt lofthav. Hitin er millum 5 °C og 125 °C. Har er ofta óveður. Hitastigini á Mars eru -63 °C. Fjarstøðan hjá Mars frá sólini er 228 milliónir kilometrar. Tvørmátið á Mars er 6779 kilometrar.
Eins og Jørðin er Mars eyðkend av fjallalendi. Flatan á Mars er turr og klødd við rustreyðum støvi, sum kallast jernoxid. Harav navnið, "Tann Reyða Gongustjørnan". Tyngdarkraftin á Mars er 38% av henni á Jørðini. Lofthavið á Mars er í høvuðsheitum úr kuldioxid. Tað er tunt og verjir ikki gongustjørnina móti ultraviolettum ljósi frá sólini, eins og Jørðin ger.[1]
Mars hevur tveir mánaðar, Phobos og Deimos.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.