Margaret Thatcher
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Margaret Hilda Thatcher (f. 13. oktober 1925 í Grantham, Lincolnshire, Stóra Bretland, deyð 8. apríl 2013[1]) var fyrsta, og higartil einasta kvinnan, sum hevur verið forsætisráðharri í Stóra Bretlandi. Margaret Thatcher bleiv kend sum "Jarnkvinnan", serliga aftaná at hon stóð á odda fyri Stóra Bretlandi undir Falklandskrígnum í 1982. Hon var leiðari fyri konservativa flokkinum frá 1975 til 1990. Hon gjørdist forsætisráðharri í 1979 og noyddist at leggja frá sær í 1990, tá egni flokkur hennara vrakaði hana.
Margaret Hilda Thatcher varð borin í heimin hin 13. oktobur í árinum 1925 í Lincolnshire. Hon tók útbúgving innan evnafrøði, og longu í lestrarárunum bleiv hon virkin í politikki sum triði kvinnuligi formaður í Oxford University Conservative Association í 1946. Í nøkur ár starvaðist hon sum granskari í evnafrøði. Seinri fór hon at lesa til sakførara og tók prógv í 1953 við sergrein í skattalóggávu. Í 1959 bleiv hon vald í House of Commons fyri Conservative Party. Í 1975 bleiv hon leiðari í flokkinum – sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon var eisini tann fyrsta kvinnan, sum var leiðari fyri ein stóran bretskan flokk. Í 1970 bleiv hon Secretary of State for Education and Sceince. Og í 1979 bleiv hon forsætisráðharri – sum tann fyrsta kvinnan í Bretlandi. Hon fór frá sum forsætisráðharri og sum floksforkvinna í 1990. Í 1992 fór hon úr House of Commons, 66 ára gomul. Hereftir var hon virkin í fleiri ár í ymiskum felagsskapum, vinnulívinum o.s.fr.
Hon var kend sum jarnkvinnan, sum stóð Ronald Reagan, fyrrv. forseta í Amerika, ógvuliga nær.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.