From Wikipedia, the free encyclopedia
James Travis Reeves (føddur 20. august í 1923, deyður 31. juli í 1964) var ein sangari, sangskrivari og tónleikari frá Galloway í Texas, USA. Hann var føddur í bygdini Galloway í Texas. Foreldrini vóru Tom Reeves og Mary Adams Reeves. Reeves var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1924.[1] Jim Reeves fekk sín fyrsta gittar sum 5 ára gamal. Tá ið hann var tólv ára gamal, luttók hann fyri fyrstu ferð í einum útvarpsshow, tað hendi í Shreveport, Louisiana. Hann spældi baseball sum ungur. Hann fekk eitt lestrarpláss (legat) og fór at lesa taliteknikk og drama, men hann gavst eftir 6 vikum og fór at arbeiða á einari skipasmiðju í Houston. Hann fór aftur at spæla baseball sum hálvprofessionellur. Reeves-slektin kom upprunaliga úr Írlandi. Tá ið hann spældi á konsertum, kom tað ofta fyri, at hann spældi "Danny Boy".
Jim Reeves | |
---|---|
Jim Reeves í 1963 | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | James Travis Reeves |
Eisini kend/ur sum | Gentleman Jim |
Fødd/ur |
Galloway, Texas, USA | 20. august 1923
Andaðist |
31. juli 1964 40) Davidson County, Tennessee, USA | (aldur
Sjangrur | Country, Nashville sound, Gospel, Blues, Western Swing |
Størv | Sangari-sangskrivari, tónleikari |
Ár virkin | 1948–1964 |
Plátufeløg | RCA Victor, Fabor, Macy, Abbott |
Luttøka við øðrum | Chet Atkins, Floyd Cramer, Dottie West |
Tann fyrsta singulin, sum hann spældi inn, var "Mexican Joe" (1953). Hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við sanginum "He'll Have to Go", ið Joe Allison gjørdi lagið til.[2] Sangurin gjørdist ein stór sukse bæði á popp- og country-hittlistum, og sangurin seldi til eina platinplátu. Sangurin varð útgivin seint í 1959 og gjørdist nummar eitt á Hot Country Songs hittlistanum hjá Billboard magazine' hin 8. februar 1960, har hann lá í 14 vikur út í eitt.
Fyrst í 1960-árunum var Reeves kendari í Suðurafrika enn Elvis Presley var, hann upptók fleiri útgávur á afrikaans. Hann var á tónleikatúri í Suðurafrika og seinni eisini í Evropa. Reeves spældi til konsert í ítróttarhøllini Njårdhallen, Oslo, hin 16. apríl 1964 saman við Bobby Bare, Chet Atkins, Blue Boys og Anita Kerr Singers. Tey spældu á tveimum konsertum, NRK tók ein part av tí seinnu konsertini upp á video. Hansara fyrsta sukse í Noregi var sangurin "He'll Have to Go", ið lá sum nummar eitt á Top-10 hittlistanum í Noregi og lá á tí sama hittlistanum í 29 vikur. "I Love You Because" gjørdist hansara størsta sukse í Noregi og lá sum nummar eitt á hittlistanum í 1964 og lá á hittlistanum í 39 vikur. Plátur hansara lógu á norska topp-20 hittlilstanum í 696 vikur, og tað gjørdi hann til best umtókta tónleikaran yvirhøvur í tónleikasøguni í Noregi.
Jim Reeves var eisini sera væl dámdur í Føroyum. Føroyskir sjómenn, ið fiskaðu við New Foundland, keyptu plátur hansara har og soleiðis komu nógvar plátur av Jim Reeves til Føroya.[3]
Aftaná "Welcome to my world" frá 1964, komu "Rosa Rio" og "I Love You Because".
Tað seinasta, ið hann tók upp fyri RCA, var "Make the World Go Away", "Missing You", og "Is It Really Over?"
Hann giftist við Mary Elizabeth White í 1947 í Tennessee. Tey fingu ongi børn.
Jim Reeves tónleikaútgávur | |
---|---|
Studio album | 44 |
Live album | 1 |
Uppsamlingsalbum | 14 |
Stakløg | 71 |
No.1 Single | 13 |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.