From Wikipedia, the free encyclopedia
Jeriko (Hebráiskt: יְרִיחוֹ; arábiskt: أريحا) er ein fornfrøðiligur býur í Palestina. Nú á døgum búgva um 20.000 í Jeriko.
Um 8.000-7.000 f.Kr. bygdu bøndur ein bý í Palestina - Jeriko. Fornfrøðingar hava funnið toftirnar av heimsins elstu býum í Ísrael. Tann elsti er kanska Jeriko bygdur um 6.000 f.Kr [1]. At verja seg fyri fíggindum laðaðu teir ein sterkan múr uttan um býin, hann var einar 4 m høgur og 3 m breiður [2], á múrinum var eitt varðhaldstorn, sum var 9 m í tvørmáli [3]. Húsini vórðu laðað av tigulsteini, og gólvini vóru steinsett. Veiðimenn, sum flakkaðu heldur enn at búgva í býi, býttu vørur sínar við fólkið í Jeriko fyri korn ella húsdjór, til dømis seyð. Neyt og geitir vóru eisini hildin fyri at fáa kjøt og mjólk. Miðallivialdurin var lágur. Mannfólkini livdu um 34 ár og konufólkini 29 ár í miðal.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.