Jeffrei Henriksen (føddur 1. mai 1930 í Sørvági, deyður 27. november 2018 í Runavík) var føroyskur rithøvundur og lærari. Aftan á at hava gingið í barnaskúla í heimbygdini var hann ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, áðrenn hann í 1946 fór á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1950. Hann var lærari í Bø og Gásadali 1950-1955, á Eiði 1955-1960, í Tórshavnar Kommunuskúla 1960-1968, skúlastjóri á Venjingarskúlanum 1968-1981 og frá 1981 fastur lærari á Føroya Læraraskúla.
Í 1958 byrjaði Jeffrei brævskúla í føroyskum, hann hevur verið við til at leggja til rættis føroysku lesibókarøðina og hevur sjálvur skrivað og greitt til prentingar: "Lesibók við avmarkaðum orðatilfari", 1959, "Fyrisagnir til 3. skúlaár", 1960, "Grundbók brævskúlans í føroyskum", 1961, "Mállæra til fólkaskúlan", 1963, "Lítil rættskrivingarorðalisti" 1964, "Føroysk rættskriving til 4. skúlaár" 1967, "Ljóðlæra", 1975, "Uppgávur í føroyskum til framhaldsskúlan I-II" 1980.
Útgivið í Míni jólabók
- 1950 Gloprið í Míni jólabók
- 1955 Dreingirnir, sum dugdu gand í Míni jólabók
- 1956 Álvakongur í Míni jólabók
- 1957 Í Miðgarði í Míni jólabók
Bøkur og prentað rit
- Orðatilfarið í barnastílum (Serprent úr Skúlablaðnum 1959).[1]
- Lesibók við avmarkaðum orðatilfari (1959).
- Kanning av rættskrivingarroynd (Serprent úr Skúlablaðnum 1960).
- Fyrisagnir til 3. skúlaár (1960).
- Grundbók brævskúlans í føroyskum (1961 – 4. útg. 1980).
- Vavtrúðnismál (týðing úr Eldru Eddu. Serprent úr Varðanum 1962).
- Mállæra til fólkaskúlan (1963; 2. útg. 1985).
- Lítil rættskrivingarorðalisti (1964; 2. útg. 1992).
- Lokki í norrønu gudalæruni (Serprent úr Varðanum 1966).
- Føroysk rættskriving til 4. skúlaár (1967 – uppafturprentað í broyttum líki 1992-2001 sum „Rættskriving I-II-III“).
- Intelligensbúning og intelligensmát (Serprent úr Skúlablaðnum 1968).
- Føroysk mállæruheiti (Serprent úr Skúlablaðnum 1970).
- Móðurkærleiki – móðursaknur (Serprent úr Skúlablaðnum 1972).
- Skúlahagtøl (1974).
- Ljóðlæra (1975).
- Skúlamál (Greinar úr Skúlablaðnum 1976).
- Uppgávur í føroyskum I-II (1980).
- Odysseus (1982).
- Kursus i færøsk I-II (1983).
- Kursus i færøsk, ljóðband (1984).
- Esperantobókin (1987).
- Jomsvíkingar (1988).
- La Filo (týðing av „Sonurin“ eftir Marionnu Dahl. 1990).
- Kvæða- og vísuskrá (1992. – Dagførd á heimasíðu hjá Føroya Landsbókasavni).
- Rættskriving. Fyrri partur (1992).
- Rættskriving. 2. partur (1995).
- Esperantobókin II, orðalisti (2000).
- Orðalagslæra (2000).
- Rættskriving. 3. partur (2001).
- 15 týðingar / 15 tradukoj (2001- yrking).
- Mál- og bókmentaheiti (2003).
- Bendingarlæra (2004).
- Uppaling og skúlaskapur (Sprotin, 2007)
- Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar (Sprotin 2010)
- Orðalagslæra (Sprotin 2000, onnur økta útgáva 2011)
Yrkingar og týðingar
- Eiriks-Paulina kvað (Fjúrtandi 1953. Songbók Føroya Fólks, 9. útg. nr.92).
- Heystkvøld (Varðin 1955, Songbók Føroya Fólks, 8. útg. nr. 359).
- Álvakongurin (Mín Jólabók 1956).
- Sorgblíðu órógv (týðing eftir Bertil Malmberg. Varðin 1957).
- Hjálpirótin (Varðin 1961, Lesibók til 7. skúlaár).
- Vavtrúðnismál (týðing úr Eldru Eddu. Serprent úr Varðanum 1962).
- Guðrunarkviða (týðing úr Eldru Eddu. Varðin 1961, Lesibók til 3. real).
- Sisyphos (týðing eftir J.S. Welhaven. Varðin 1964).
- Bjarnabani (Barnablaðið 1963, Lesibók til 3. skúlaár II, Grør so fagurt).
- 15 týðingar / 15 tradukoj (2001 – bóklingur).
Fjølrit
- Greind rættskrivingarroynd (1958).
- Fornnorrønt í samanburði við føroyskt (brævskúlaskeið, 1963).
- Intelligensmodning og legemsvækst (1967).
- Ættatal (1979).
- Úr Gásadals søgu (1979).
- Staðhjáliðir, støða teirra í setninginum (1981).
- Tvey kvæði eftir J. H. Djurhuus, yngra sjóvarbóndan, í frumriti (1982).
- Skjaldur, kvæði og dansispøl (Bólkarbeiði, 1984).
- Fallsamsvar í føroyskum (1989).
- Føroysk heiti í skinnviðgerð (týðing 1994).
Søgur
- Heilatváttur (Lesibók til 3. real).
- Dreingirnir sum dugdu gand (Lesibók til 5. skúlaár).
Annars mest útgivið í Míni Jólabók.
Greinar og ritgerðir
- Identitetseffekt – en mangel ved målsætningen? (Dansk Pædagogisk Tidsskrift 1971).
- Esperanto (Varðin 1978).
- Tættir, ið hava framt ella darvað føroysku málmenningina (Skúlablaðið 1987).
- Faktorer, der fremmer eller truer det færøske sprog (Bilingualism and the Individual. Serprent 1988).
- Dansk i Færøerne (Nordisk Språksekretariats Rapporter 8. 1988).
- Málsliga samsvarið í FFÆ (Fróðskaparrit 1988).
- La feroaj baladoj (Literatura Foiro 132/1991).
- Esperanto (Málting 1/1991).
- Navnháttur ella lýsingarháttur í føroyskum (Málting 3/1991).
- La Feroa lingvo (La jaro 1992).
- Umsetingarmaskinur (Málting 4/1992).
- Hin ósakliga málvilluleiðin (Málting 5/1992).
- Kongruens i færøsk (The Nordic Languages and Modern Linguistics 7,I. 1992).
- Málbrigdi (Fjúrtandi 27.10.1990-20.10.1993).
- Hugtøk og heiti (Málting 11/1994).
- Tolsøgn ella ávirki (Málting 17/1996).
- Ljóðglopstreinging (Málting 18/1996).
- Skúlabyrjan – Føroyskir bókstavir (Skúlablaðið 1/1997).
- Hvørsfall (Málting 23/1998).
- Høvuðssagnorð (Málting 25/1999).
- Esperanto (á heimasíðu hjá Málstovuni, www.fmd.fo 2001).
- Umljóð (Málting1/2002).
- „Í gjár“ (Málting1/2002).
- Eitt kis (Málting1/2002).
- Setningsgreining – „Sleppið næmingum undan hugtaksfløkjuni“ (Skúlablaðið 2/2002).
- Eitt sindur um Bukkutátt (Eivindarmál 2002)
- Kristindómur og fordómur (Dimmalætting og Sosialurin 16-17.okt. 2002)
- Okkurt spinnandi galið (Skúlablaðið 7/2003
- Støðan hjá føroyskum í føroyska útbúgvingarverkinum (Skúlablaðið 4/2004)
- Føroyskur dansur fyri eini øld síðan (Dimmalætting 28.10.2005)
- Fyri skúlaaldur (Pedagogblaðið 1/2007)
- Ein upprunafrøðilig tilhugsan (Fróðskaparrit 54/2006)
Handrit
- Illion (hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags).
- 1977 M.A.Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir
- 1986 Heiðurslimur í felagnum Sverige – Färöarna
- 2000 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk [2]