Føroyskur politikari From Wikipedia, the free encyclopedia
Janus Páll Rein (føddur 29. mai 1974 í Tórshavn) er ein føroyskur flogskipari og politikari (FF).
Janus Rein | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 29. mai 1974 í/á Tórshavn |
Alma mater | Københavns Universitet, Copenhagen Business School, Q11986943 |
Starv | aircraft pilot, advokatur, politikari, ship captain, banker |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin, Framsókn |
Foreldur | móðir Kristianna Rein |
Dátuheiti | |
Commons | Janus Rein |
Sum ungur fór hann til sjós. Í 1992 gjørdist hann vinnu- og bjargingarkavari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og síðan tók hann útbúgving sum skipsførari við 1. virðisløn á Sjómannaskúlanum í Havn í 1997. Hann hevur siglt sum stýrimaður hjá Strandfaraskip Landsins og sum stýrimaður og skipari hjá øðrum reiðaríum, eitt nú hjá A.P. Møller-Mærsk. Eitt skifti starvaðist hann í Suðuroyar Sparikassa, og næm sær merkonom útbúgving í rokniskapi, sum varð lokin í 2002. Í 2000 fór hann at lesa til flogskipari og gjørdist liðugur í 2003, men tók eisini útbúgving sum flogskiparainstruktør. Hann tók í 2005 við starvi sum flogstýrimaður hjá Atlantic Airways og gjørdist í 2009 flogskipari í sama felagið. Hann hevur verið formaður í fakfelagnum Flogskiparafelag Føroya. Meðan hann var í starvi sum flogskipari læs hann løgfrøði við síðuna av og gjørdist BA í løgfrøði í 2011. [1] Janus er sonur Kristionnu Rein, sum var býráðslimur í Havn í fleiri ár og Marius Rein, ið starvaðist í Løgtingsumsitingini í nógv ár.
Í 2011 var Janus við til at stovna tann liberala flokkin Framsókn, og varð eisini valdur á Føroya Løgting hin 29. oktober 2011 fyri Framsókn, hann sat eisini í floksleiðsluni. Men á heysti 2012 gjørdist hann ósamdur við formannin, Poul Michelsen, ið ynskti, at Janus stillaði upp til býráðsvalið í Havn, men tað vildi Janus ikki og endaði við at taka seg úr flokkinum.[2] Hann var so leysgangari eina tíð í Løgtinginum til hann í september 2013 gjørdist limur í Fólkaflokkinum og harvið eisini gjørdist partur av samgonguni.[3]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.