From Wikipedia, the free encyclopedia
Elisabeth II (fødd sum Elizabeth Alexandra Mary Windsor 21. apríl 1926 í Mayfair, London[1], deyð 8. september 2022 á Balmoral-slottinum í Skotlandi[2][3]) var drotning av tí Sameinda Kongaríki Stórabretland og Írland og 14 øðrum londum (Commonwealth Realms), herundir Kanada, Avstralia og Nýsæland.
Í 1947 giftist hon við Philip Mountbatten, fyrrverandi prinsi av Danmark og Grikkalandi. Tá Philip andaðist í apríl í 2021, høvdu tey verið gift í 73 ár og fingið fýra børn: Charles, Anne, Andrew og Edward.[4]
Elisabeth hevur sitið á trúnuni í 70 ár, frá 6. februar 1952, tann dagin, tá faðir hennara, bretski kongurin George VI, doyði, til 8. september 2022. Regeringstíð hjá henni var longri enn hjá nøkrum øðrum bretskum monarki, og harafturat er hon tann higartil longststýrandi kvinnuligi monarkurin í søguni.
Elsti sonur hennara, 73 ára gamli Charles, hevur nú heitið sum kongur av Sameinda Kongsríkinum og 14 øðrum Commonwealth-londum.[4]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.