Dansk Folkeparti

From Wikipedia, the free encyclopedia

Dansk Folkeparti
Remove ads

Dansk Folkeparti er ein danskur tjóðskapar-, sosialkonservativur politiskur flokkur. Flokkurin fær bókstavin O á atkvøðuseðlum. Hann varð stovnaður hin 6. oktober 1995 á Christiansborg. Tað vóru Pia Kjærsgaard, Kristian Thulesen Dahl, Poul Nødgaard og Ole Donner, ið til tá høvdu verið limir í Fremskridtspartiet, sum stovnaðu flokkin.

Skjót fakta Danski Fólkaflokkurin, Formaður ...
Remove ads

Frá 2001 til 2011 var flokkurin parlamentariska grundarlagið fyri VK-stjórnini og stuðulsflokkur. Pia Kjærsgaard var forkvinna og politiskur orðførari fyri flokkin frá hann varð stovnaður og fram til 15. september 2012. Í september 2012 fór Pia Kjærsgaard frá sum forkvinna, og í staðin varð Kristian Thulesen Dahl valdur til formann.

Flokkurin var næststórstur í Danmark árini 2015-19. Hann fekk 21,1% av atkvøðunum á fólkatingsvalinum 2015. Flokkurin hevði 37 av Fólkatingsins 179 limum.

Á fólkatingsvalinum 2019 fekk flokkurin 8,7% av atkvøðunum og hevði tá 16 av Fólkatingsins 179 limum, men síðani valdu 11 fólkatingslimir at melda seg úr flokkinum, m.a. Kristian Thulesen Dahl.[16]

Remove ads

Leiðarar

Valúrslit

Meira kunning Fólkatingsval, Atkvøður ...

Europa-Parlamentsval

Meira kunning Evropaparlamentsval, Atkvøður ...
Remove ads

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads