Christian Andreasen (føddur 10. desember 1959) er advokatur og politikari fyri Fólkaflokkin. Í mars 2022 gjørdist hann formaður fyri Fólkaflokkin.
Christian Andreasen er útbúgvin løgfrøðingur og starvast sum advokatur í Tórshavn. Hann er medeigari av advokatfyritøkuni Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4 í Tórshavn. Hann hevur sitið í eini røð av nevndum. Fyri tíðarskeiðið 1989 - 1996 var hann formaður fyri Líkningarráð Føroya, fyri tíðarskeiðið 1993 - 1996 formaður fyri mvg-nevndini. Síðani 1989 hevur hann verið nevndarformaður fyri P/f J&K Petersen og siðani 1998 nevndarformaður fyri P/f SMS. Fyri tíðarskeiðið 2001 til 2009 var hann nevndarformaður fyri P/f Atlantic Airways. Síðani 2010 hevur Christian Andreasen verið forseti fyri FSF. Hann hevur eisini sitið í altjóða nevndum í UEFA og FIFA. Síðani 2013 hevur hann verið limur av FIFA Appeal Committee, frá 2010 - 2016 í UEFA Players Status og síðani 2016 í UEFA Legal Committe. Í juni 2019 bleiv hann valdur sum formaður fyri UEFA Legal Committee.
Christian Andreasen stillaði upp til fólkatingsvalið 2019 og fekk 709 atkvøður ella 3.flestar atkvøður á listanum hjá Fólkaflokkinum. Til løgtingsvalið í august 2019 bleiv hann valdur í Løgtingið fyri Fólkaflokkin.[1]
Hann varð valdur til formann fyri Fólkaflokkin í mars mánaði 2022.[2]
Løgtingsnevndir
Í Løgtinginum er Christian Andreasen valdur sum formaður fyri Rættarnevndina og fyri Landsstýrismálanevndina fyri tíðarskeiðið 2019-2023.
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.