Belis
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Belis (enskt: Belize) er eitt land í Miðamerika við mark ímóti Guatemala og Meksiko. Høvuðsstaðurin í Belis eitur Belmopan. Almenna málið í landinum er enskt, men fólkið í Belis er ættað úr mongum londum - har eru karibar, afrikanar, mayar, ásiatar og evropear - og mong fólk tosa kreólskt ella afrikonsk mál. Karibiskur matur og tónleikur er væl dámdur, og landið er viðgitið fyri sítt fjølbroytta og nógva dýralív.
| |||
Tjóðarslagorð: Under the Shade I Flourish | |||
Tjóðsangur: Land of the Free | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Belmopan (13,400 íbúgvar) | ||
Kongur Governor General |
Charles III kongur Froyla Tzalam | ||
Forsætisráðharri | Johnny Briceño | ||
Fullveldi | 21. september 1981 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
22,966 km² 0.7 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
327,719 14,3/km² | ||
Gjaldoyra | Belize dollar (BZD) (2 BZD svara til 1 USD) | ||
Tíðarøki | UTC -6 | ||
Økisnavn á alnetinum | .bz | ||
Telefonkota | +501 | ||
Belis er bæði gamalt og nýtt land. Gamlar torftir eru víða um í landinum og eru dømi um gomlu mayamentanina. Landið fekk frælsi í 1981. Í mong ár var Belis bretskt hjáland ("Bretska Honduras"); tað einasta í Miðamerika.
Í 1961 var hervilig ódn og øgiligur uppgangur í høvuðsstaðnum, Belisbýi, úti við strondina, og hann fór illa. Í 1970 varð farið at byggja nýggjan høvuðsstað, Belmopan, 80 km inni í landinum, tí at har var tryggari. Belisbýur er enn størsti býur í landinum, men alt fleiri og fleiri fólk flyta til Belmopan, og nógvar vinnufyritøkur verða eisini fluttar hagar.
Rósuviður, mahogni og annar úrdráttur úr skóginum, m.a. chicle, nýtt sum ráevni til tyggigummi, og kapokk, ið er silkibummull, úr tí ovurstóra Ceiptrænum, hava stóran týdning í búskapi landsins. Sama er við aldinfruktum, sum verða nógv dyrkaðar. Men landbúnaðurin er avmarkaður, tí at stórur partur av regnskóginum er friðaður, av tí at har eru nógv sjáldsom dýr og nógvar sjáldsamar plantur.
Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook Archived 2013-05-13 at the Wayback Machine:
Í skógunum er satt dýrameingi. Og mong dýr, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva eisini í regnskógunum í Belis, til dømis jaguarur, tapirur, brølapa og nasabjørn. Firvaldar og ymsir tropufuglar flúgva træ av træi. Og har eru 250 ymisk børkubóndasløg; ímillum teirra svarti børkubóndi, ið er tjóðarblóma í Belis.
Helmingurin av Belis er tættur tropuregnskógur.
Fram við strondini í Belis er eitt 290 km langt korallriv við nógvum sandgrynnum og oyggjum. Tað er næstlongsta korallriv í heiminum - bara Korallrivið Mikla í Avstralia er longri, har eru skjaldbøkur, sjónotur og tindhummari og mong føgur tropufiskasløg. Hagar koma kavarar úr øllum heiminum at kava í klára, flógva sjónum.
Ódnir og vatnflóð elva mangari til stóran skaða við strondina í Belis. Tí hava teir bygt nýggjan høvuðsstað, Belmopan, longri inni í landinum. Gamli høvuðsstaðurin, Belisbýur, er dygst úti við strondina.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.