føroyskur svimjari From Wikipedia, the free encyclopedia
Alvi Hjelm (føddur 1996) er ein føroyskur svimjari úr Klaksvík, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hann er sonur Dan Hjelm úr Vági, ið svam á føroyska svimjilandsliðnum og bróðir Ásbjørg Hjelm, ið eisini svimur á føroyska landsliðnum.
Persónlig kunning | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Tjóðskapur | Føroyar | |||||||||||||||||||||||||||||||||
Fødd(ur) | 1996 | |||||||||||||||||||||||||||||||||
Ítróttur | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Ítróttur | Svimjing | |||||||||||||||||||||||||||||||||
Svimjiháttur | Frí | |||||||||||||||||||||||||||||||||
Felag | Ægir | |||||||||||||||||||||||||||||||||
Heiðursmerkjayvirlit
|
Kappingarnar á Reykjavík International Games eru á langgeil.
Alvi luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi frá 11. til 13. desember 2015. Kappingarnar vóru á stuttgeil.
Alvi luttók á EM á stuttgeil í Netanya í Ísrael. Alvi svam í kappingunum 200 m frí, 400 m frí, 200 m blanda og 400 m blandað.
Alvi luttók saman við fleiri øðrum føroyskum svimjarum á Norðurlandameistarakappingini fyri ung og vaksin, ið varð hildin í desember 2014 í Upplands Väsby. Hann vann fleiri heiðursmerki og setti nýggj føroysk juniormet á stevnuni.
Alvi luttók á DM á stuttgeil í november 2013 í Gladsaxe, hann svam fyri Esbjerg Svømmeklub. 15. november vann hann danska juniormeistaraheitið í 800 m frí. Bara Pál Joensen svam skjótari og vann tí gull í kappingini millum tey vaksnu, Alvi fekk silvur í seniorkappingini, gull í juniorkappingini (sum var sama kapping, hugt verður bara eftir, nær ið svimjararnir eru føddir). Besta tíðin hjá Alva áðrenn hetta var hansara 8:20.33 frá donsku liðkappingini í apríl 2013.[6] Dagin eftir, hin 16. november, vann Alvi juniormeistaraheitið í 1500 m frí og gjørdist nummar fýra í seniorkappingini.
Alvi kláraði kravtíðina til kappingina í 400 m frí til EM í Herning í desember 2013, kravtíðin var 4.02.18. Alvi svam við tíðini 3.59.04.[11]
Alvi luttók á Danske Mesterskaber for hold í apríl 2013. Hann svam fyri Esbjerg.
Alvi luttók í svimjistevnuni Danish Open síðst í mars 2013. Svomið varð á langgeil.
Alvi luttók á NMU í Keypmannahavn í juli 2012.
Alvi Hjelm setti fimm bólkamet á Smáunglingameistarastevnuni í Klaksvík í apríl 2007.[25] Tíðirnar vóru hesar:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.