8. mai er dagur 128 í árinum í tí gregorianska kalendaranum (dagur 129 um skotár). Tað eru 237 dagar eftur av árinum. Altjóða Reyða Kross dagur verður hátíðarhildin í dag.
1521 - Týski munkurin Martin Luther verður lýstur í bann og friðleysur av týsk-rómverskakeisaranum Karl V. á ríkisdegnum í Worms, tí at Luther vildi ikki taka skriftirnar aftur.
1794 - Franski evnafrøðingurin Antoine Lavoisier verður dømdur til deyða fyri falsan av tubakki og skattasvik. Hann verður tikin av døgum við hálshøgging í falløks (guillotinu) sama dag.
1886 - John Pemberton byrjar at selja "Coca-Cola" sum heilsudrykkur.
1902 - Gosfjallið Mount Pelee á fronsku oynni Martinique í Karibiahavinum fer at goysa ógvusliga. Størsti býur og táverandi høvuðsstaðurin St. Pierre verður lagdur í oyði og nærum øll fólkini í býnum lata lív.
1912 - Filmsframleiðslufyritøkan Paramount Pictures verður sett á stovn.