![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/f/fc/Ibrahimovic_in_Doha_Press_Conference.jpg/640px-Ibrahimovic_in_Doha_Press_Conference.jpg&w=640&q=50)
Zlatan Ibrahimović
From Wikipedia, the free encyclopedia
Zlatan Ibrahimović (føddur 3. oktober 1981 í Malmö) er ein svenskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið til mai 2016 spældi við italska felagnum Milan. Hann hevur fyrr spælt á svenska landsliðnum, har hann var liðskipari. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í svenska felagnum Malmö FF, meðan Roland Andersson var venjari har. Hann fekk so sáttmála við Ajax og gjørdist eitt kent navn, venjari var Ronald Koeman. Seinni fekk hann sáttmála við italska felagið Juventus, hann varð seldur til Juventus fyri 16 milliónir €. Í 2006 skrivaði hann undir sáttmála við rivalarnir hjá Juventus, FC Internazionale, har hann vann heiðurslønir sum t.d. Oscar del Calcio og svenska Guldbollen, hetta tíðarskeiðið spældi hann 88 dystir við Internationale og gjørdi 57 mál. Hann varð valdur til UEFA ársins lið bæði í 2007 og 2009. Á sumri 2009 varð hann seldur til Barcelona fyri 69 €, sum er næst hægsta upphæddin, ið nakar fótbóltsleikari er blivin seldur fyri. Í 2009 til 2011 spældi hann við FC Barcelona, tó var hann lántur út til A.C. Milan, har hann helt fram við kontrakt í 2011-12.
![]() Ibrahimović á eini ráðstevnu í Doha, Qatar í 2013. | |||
Persónlig kunning | |||
---|---|---|---|
Fult navn | Zlatan Ibrahimović[1] | ||
Føðingardagur | (1981-10-03) 3. oktober 1981 (aldur 42) | ||
Føðistaður | Malmö, Svøríki | ||
Hædd | 1,95 m (6 ft 5 in)[2] | ||
Pláss | Álopsleikari | ||
Kunning um feløg | |||
Núverandi felag | Milan | ||
Ungdómsyrkisleið | |||
Malmö BI | |||
FBK Balkan | |||
Malmö FF | |||
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
1999–2001 | Malmö FF | 40 | (16) |
2001–2004 | Ajax | 74 | (35) |
2004–2006 | Juventus | 70 | (23) |
2006–2009 | Internazionale | 88 | (57) |
2009–2011 | Barcelona | 29 | (16) |
2010–2011 | → Milan (lán) | 29 | (14) |
2011–2012 | Milan | 32 | (28) |
2012–2016 | Paris Saint-Germain | 122 | (113) |
2016–2018 | Manchester United | 33 | (17) |
2018–2019 | LA Galaxy | 56 | (52) |
2020– | Milan | 0 | (0) |
Landslið‡ | |||
1999 | Svøríki U18[3] | 4 | (1) |
2001 | Svøríki U21 | 7 | (6) |
2001–2016 | Svøríki | 116 | (62) |
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. mai 2016. † Dystir (Mál). |
Frá 2001 til mars 2016 hevði hann spælt 116 A-landsdystir fyri Svøríki og skorað 62 mál.
Í 2012 var hann av enska blaðnum The Guardian á einum topp-100 lista mettur at vera fimmt besti fótbóltsleikari í heiminum.[4]