FC Barcelona
From Wikipedia, the free encyclopedia
Futbol Club Barcelona, eisini kent sum Barcelona og sum Barça er eitt spanskt fótbóltsfelag úr Barcelona, Katalonia, Spania. Eftir at felagið varð stovnað í 1899 av einum bólki av sveisiskum, enskum og katalanskum fótbóltsleikarum undir leiðslu av Joan Gamper, er tað við tíðini blivið eitt súmbol uppá katalanska mentan og katalanismu, eins og motto'ið sigur "Més que un club" (Meira enn eitt felag). FC Barcelona spælir sínar heimadystir á Camp Nou, sum hevur pláss til nærum 100.000 áskoðarum. Felagið hevur langa siðvenju við at kappast móti Real Madrid, og dystir teirra millum verða nevndir "El Clásico".
Fult navn | Futbol Club Barcelona | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn |
Barça ella Blaugrana (lið) Culés ella Barcelonistas (viðhaldsfólk) Blaugranes ella Azulgranas (viðhaldsfólk) | |||
Stutt navn | FCB | |||
Stovnað |
29 november 1899; 124 ár síðan (1899-11-29) sum Foot-Ball Club Barcelona | |||
Vøllur | Camp Nou | |||
Ground Kapasitetur | 99.354[1] | |||
Forseti | Josep Maria Bartomeu | |||
Høvuðsvenjari | Ernesto Valverde | |||
Deild | La Liga | |||
2018/19 | La Liga, 1. pláss | |||
Heimasíða | Heimasíða | |||
|
Teir eru verandi spanskir fótbóltsmeistarar og hava vunnið 23 La Liga, 27 Copa del Rey, 11 Supercopa de España, 3 Copa Eva Duarte. [2] og 2 Copa de la Liga steyp, og eigur harumframt metið sum tað felag, ið hevur vunnið tey seinastu fýra nevndu oftast. FC Barcelona hevur tríggjar ferðir vunnið altjóða kappingina HM í fótbólti fyri feløg.