Wisconsin
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Wisconsin er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,6 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Madison og Milwaukee er størsti býurin. Í norðri hevur Wisconsin mark við Michigan, í vestri við Minnesota og Iowa, og í suðri við Illinois. Í norðri liggur Superiorvatn og í eystri liggur Michiganvatn. Frá 2011 til 2019 var Scott Walker (ein republikanari) guvernørur í statinum Wisconsin, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann [1]. Eitt sum Walker hevur gjørt er at fara í hernað ímóti fakfeløgum hjá alment løntum.
Síðan 2019 hevur Tony Evers verið guvernørur. Hann er limur í Demokratiska flokkinum.
Eyknevni er Grevlingurstaturin (enskt: The Badger State).
Peshtigo-eldurin, sum hildið verður byrjaði í Peshtigo í Wisconsin 8. oktober 1871, er tann skógareldurin í USA, sum hevur kravt flest mannalív. Eldurin kravdi nærum 2.500 mannalív, tá eitt øki á nærum 5,000 ferkilometrar stóð í ljósum loga. Tað bleiv ongantíð staðfest við vissu, hví eldurin byrjaði, men skerpingur og nógvur hiti í langa tíð hevði við sær, at vandin fyri eldi var stórur. Ein stórur partur av bæði Wisconsin og Michigan høvdu eldstormar - eitt fyribrigdi, sum hendir, tá ein eldur er so sterkur, at hann ger sína egnu vindskipan og verður sum ein tornado.
Dugnaligir jarðarmenn, sum hava tikið eftir teimum royndum, amerikanska búnaðarráðið hevur latið gera, hava gjørt Wisconsin til eitt av høvuðsbúnaðarlondunum í USA. Tað vaksa ymisk sløg av grøði á teimum ymisku teigunum, so sum moldin hóvar seg best til. Jørðin er pløgd, so at vatnið skal ikki taka moldina við sær, tá ið grovt regn er, men heldur ikki seta ov skjótt frá. Í strævnastu innheystingartíðini, seinnapartin í juli og fyrrapartin í august, er ikki sjáldan, at manningin á skurðtreskjarunum arbeiðir alt samdøgrið, helst tá ið illveður hóttir við at oyðileggja hveitina. Hvør treskjarin arbeiðir móti 40 monnum.
Mjólkarvørur eru eisini ein stórur partur av Wisconsins búskapur.
Teir 10 størstu býirnir í Wisconsin eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[2]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.