Volta a Catalunya
From Wikipedia, the free encyclopedia
Volta a Catalunya (Føroyskt: Kring Katalonia Enskt: Tour of Catalonia, Spanskt: Vuelta a Cataluña) er ein árlig vegsúkklukapping, ið verður hildin í Katalonia, Spania. Kappingin er partur av UCI World Tour sum tann fimta hendingin í kappingini.[1] Volta a Catalunya er ein av trimum World Tour teinakappingum í Spania, hinar báðar eru Vuelta a España og Kring Baskaralandið. Kappingin hevur havt fleiri ymisk tíðarskeið í kalendaranum, og hevur fyrr verið hildin í september, juni og mai. Síðan 2010 hevur kappingin verið fyriskipað síðst í mars.
Skjót fakta Dato, Øki ...
Dato | Síðst í mars |
---|---|
Øki | Katalonia, Spania |
Enskt navn | Tour of Catalonia |
Lokalt navn(nøvn) |
Vuelta a Cataluña (Spanskt) Volta a Catalunya Fyrimynd:Ca icon |
Disiplin | Vegsúkklukapping |
Kapping | UCI World Tour |
Slag | Teinakapping |
Fyriskipari | "Volta" Ciclista a Catalunya Associació Esportiva (Unió Esportiva de Sants) |
Kappingarstjóri | Rubèn Peris |
Fyrsta kapping | 1911 (1911) |
Útgávur | 101 (pr. 2022) |
Fyrsti vinnarin | Sebastià Masdeu (ESP) |
Flestir sigrar | Mariano Cañardo (ESP) (7 sigrar) |
Seinasti | Sergio Higuita (COL) |
Lat aftur