Varmakelda (kelda)
From Wikipedia, the free encyclopedia
Varmakelda er ein kelda, sum liggur undir Leirvíksfjalli (Ritafjall), við sjóvarmálan á Fuglafirði, fjørðinum.
Varmakelda er heit kelda, og er áleið 18 hitastig árið runt. Hon er fyrsta heita keldan, sum er funnin í Føroyum, og hevur verið vælkend í øldir. Hetta kann skjalførast við at fólk í útvið 4 øldir hava skrivað um Varmakeldu[1].
Søgnin sigur, at Varmakelda hevur lekjandi megi, og at megin er sterkast náttina millum 3. og 4. juli. Tí hevur siður verið at farið út á Varmakeldu hesa náttina, fyri at drekka av kelduni, og at bera vatn við heim, í so fall at onkur hevur verið sjúkur[1].
Hildið verður, at Varmakelda hevur verið offurstað í víkingatíð, eins og vanligt var á støðum, sum søgdust at hava lekjandi kreftir[2].