From Wikipedia, the free encyclopedia
Twitter er ein samfelagsmiðil á internetinum, ið gevur brúkarum møguleika at senda (og lesa) eini boð ella sokallaði "tweet" uppá 140 tekn. Brúkarir kunna sleppa á Twitter ígjøgnum almennu heimasíðuna, SMS, ella eitt fartelefon app.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/5/51/Twitter_logo.svg/222px-Twitter_logo.svg.png)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/7/74/Twitter_Logo_Mini.svg/86px-Twitter_Logo_Mini.svg.png)
Twitter varð stovnað í 2006 av Jack Dorsey, Evan Williams, Biz Stone og Noah Glass. Tænastan varð skjótt væl umtókt, og hevði í 2012 meir enn 100 millión brúkarir, ið sendu 340 milliónir tweets um dagin. Twitter hevur verið lýst sum "SMS Alnótarinnar".[1]
Twitter hevur høvuðsæti í San Francisco, USA og hevur meir enn 25 skrivstovur kring heimin.[2]