Tour des Fjords 2017 var tann 5. útgávan av norsku súkklukappingini. Kappingin fór fram frá 24. til 28. mai 2017. Kappingin var ein partur av UCI Europe Tour 2017 og var flokkað sum 2.1 av UCI. Samlaði vinnarin av kappingini gjørdist norðmaðurin Edvald Boasson Hagen frá Team Dimension DataError, ið eisini vann 3 av teimum fimm teinunum.
Føroyski súkklarin Torkil Veyhe luttók eisini í kappingini og fekk sítt til tá størsta úrslit nakrantíð, tá talan er um UCI kappingar, tá ið hann var um reppið av vinna fjórða teinin, men endaði á 2. plássi, tá ið Boasson Hagen yvirhálaði hann stutt áðrenn málstrikuna. Torkil hevði verið í útbroti í fleiri tímar saman við Gijs Van Hoecke (LottoNL-Jumbo) og Kevin Van Melsen (Wanty-Groupe Gobert). Eftir 50 kilometrar høvdu teir 7 minuttir frástøðu til feltið, og Torkil var tá og ein stóran part av degnum virtuelt í føraratroyggjuni.[1] Torkil vann eisini fleiri spurtir um fjallastigini. Torkil byrjaði eisini kappingina væl, tað eydnaðist honum at koma í eitt útbrot ið slapp avstað, og fýra av teimum hildu á heilt fram til málstrikuna. Torkil royndi at sleppa avstað frá hinum, tá ið 2 km vóru eftir, men tað eydnaðist ikki, og hann gjørdist nummar fýra. Torkil endaði samanlagt sum nummar 27 og sum nummar fýra í fjallakappingini og nummar fimm í stigkappingini.
WorldTeams (3)Professionel kontinentallið (8)Kontinentallið (9) |
|
Danskir og føroyskir súkklarar
|
|
- Kasper Asgreen koyrdi fyri VéloCONCEPT
- Andreas Hyldgaard Jeppesen koyrdi fyri VéloCONCEPT
- Mads Rahbek koyrdi fyri VéloCONCEPT
- Mark Sehested Pedersen koyrdi fyri VéloCONCEPT
- Michael Carbel koyrdi fyri VéloCONCEPT
- Niklas Eg koyrdi fyri VéloCONCEPT
|
Meira kunning Teinur, Dagur ...
Lat aftur
1. teinur
Meira kunning Teinaplasering, Súkklari ...
Lat aftur
Meira kunning Samlað støða, Súkklari ...
Lat aftur
2. teinur
Meira kunning Teinaplasering, Súkklari ...
Lat aftur
Meira kunning Samlað støða, Súkklari ...
Lat aftur
3. teinur
Meira kunning Teinaplasering, Súkklari ...
Lat aftur
Meira kunning Samlað støða, Súkklari ...
Lat aftur
4. teinur
Meira kunning Teinaplasering, Súkklari ...
Lat aftur
Meira kunning Samlað støða, Súkklari ...
Lat aftur
5. teinur
Meira kunning Teinaplasering, Súkklari ...
Lat aftur
Meira kunning Samlað støða, Súkklari ...
Lat aftur