Tetracyklin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tetracyklinir eru ein bólkur av antibiotika. Tey virka við at binda til ribosomið og forða fyri binding av aminoacyl-tRNA. Harvið verður proteinframleiðslan steðgað.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/84/Tetracyclines.png/320px-Tetracyclines.png)
Eitt av evnunum í hesum bólki eitur sjálvt tetracyklin.
Tey týdningarmiklastu antibiotikaini í hesum flokkinum eru:
- Tetracyklin
- Doxycyklin
- Lymecyklin
- Oxytetracyklin