Sterka Marjun (fødd um 1580 í Sumba), var dóttir Jenis Símunarsonar í Laðangarði. Hon giftist við Símuni í Niðurhúsum, ið seinni varð bóndi í Kálgarði. Henda giftan var Jenisi hart ímóti og tí vildi hann einki geva dóttrini nakað í heimanfylgi. Men Marjun svór at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørð. Síðani tveitti hann henni Hargarbø.[1]
Óførur stimbur var í Marjuni. Hon saksaði alla Keypajørð (tríggjar gyllin), meðan hon gekk við tvíburabørnum. Tá kendi hon annan fótin tyngri á sær, segði hon.
Teir høvdu fyrr til roysnis at bróta sperrur (seyðasperrur). Eina ferð tey fingust við at bera tara í Sumba, kom ein seyðasperra ið send var hagar. Henda sperran, til tjúktar sum ein kálvasperra, var farin víða um Føroyar, men eingin hevði verið førur fyri at bróta hana. Pápin kemur út á bakkan til dóttrina og heldur fyri: “Hygg Marjun mín! Her er ein sperra, sum eg havi funnið.” “Gud fyriláti tygum! Hvussu skal eg halda á einari sperru? Eg eri so útslipað av taranum.” ”Royn tað kortini” sigur Jenis. Hon tók tá sperruna, ballaði hana inn í skjúrtafaldin, setti annan endan í síðuna og annan í lærið, bendi so á og breyt. “Á, Marjun mín! Nú gjørdi tú øllum Føroyalandi fyri skommum.” Tá segði Marjun at hevði hon vitað tað, at sperran var farin so víða um landið, so skuldi hon aldri nomið hana. “Ovgóð vart tú so at fara!” helt Jenis – Hann hugsaði um giftuna.
Eina ferð, meðan Símun í Niðurhúsum, maður Marjunar, var í útlondum, gjørdi Jenis eitt kyrringartippi í hagaparti hansara og slepti gimbrum sínum inn. Men Marjun fór upp um næturnar og burtur í haga til at ríva tippið niður og koyra gimbrar hansara út aftur úr haga sínum. Ein morgun møtti Jenis henni, tá hon var á vegnum heim aftur og segði tá við hana, at hevði tað ikki verið fyri tað sum hon bar undir beltinum (hon var við barn), so skuldi hon farið fyri eggina. Hon bað hann koma: Hann skuldi fylgja við út av eggini.
Marjun hevði svorið at hon skuldi ikki dvína fyri pápanum heldur enn Beinisvørði. Tá ið tíðindi komu í Laðangarð at Marjun var deyð í barsilssong, segði Jenis við ein av húskallum sínum: “Hyggið mær út og vita um Beinisvørð stendur!” Ikki harmaði hann dóttrina meira.
Sterka Marjun var móðir at hinum víðagitnu Hargabrøðrunum.
Keldutilfar
Slóðir úteftir
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.