From Wikipedia, the free encyclopedia
St. Lusia (enskt: Saint Lucia) er ein oyggj og eitt land í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Castries, har búgva 32,4% av øllum íbúgvunum á oynni. Fólkatalið í býnum er 60.263. Størri býir eru eitt nú Gros Islet, Soufrière og Vieux Fort.
| |||
Tjóðarslagorð: «The Land, The People, The Light» | |||
Tjóðsangur: «Sons and Daughters of Saint Lucia» | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Castries | ||
Kongur | Charles III | ||
Forsætisráðharri | Philip J. Pierre | ||
Fullveldi | 22. februar 1979 (frá Stóra Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
617 km² 1.6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
173 765 298/km² | ||
Gjaldoyra | Eysturkaribiskur dollari (XCD) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .lc | ||
Telefonkota | +1 758 | ||
Vulkanska oyggin St. Lusia hevur meira fjallalendi enn hinar Karibisku oyggjarnar. Hægsta fjallið á oynni er Mount Gimie sum er 950 metrar høgt. Tvey onnur fjøll, Pitonirnar (the Pitons), forma tað kendasta staðið á oynni. Tey eru millum Soufrière og Choiseul á vestursíðuni á oynni. St. Lusia er eisini ein av teimum heilt fáu oyggjunum í heiminum, ið hevur ein hevur eina vulkan, har ið fólk kunnu koyra inn í vulkanina. Veðurlagið er tropiskt, og javnan er vindur av landnyrðingi við turrari árstíð frá umleið 1. desember til 31. mai, og einari vátari árstíð frá 1. juni til 30. november.
Miðalaldurin er 24,1 ár (2002). Málini ið verða tosað á oynni eru enskt og franskt-kreolskt.
Umleið 90% av íbúgvunum eru katolikkar, 3 % eru anglikanarar, meðan 7 % hoyra til ymiskar aðrar átrúnaðir innan protestatismuna.
Saint Lucia hevur tað hægsta talið av nobelprísvinnarum í mun til fólkatalið. Tveir nobelprísvinnarar koma frá oynni, Arthur Lewis sum fekk búskaparprísin í 1979, og Derek Walcott sum fekk bókmentavirðislønina í 1992.
Saint Lucia er býtt sundur í 11 øki, sum til tíðir hava verið umrødd sum sýslur av bretsku hjálandamyndugleikunum.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.