![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/17/Flag_of_Sierra_Leone.svg/langfo-640px-Flag_of_Sierra_Leone.svg.png&w=640&q=50)
Sierra Leona
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tjóðveldið Sierra Leona (á enskum: "Republic of Sierra Leone") er eitt lítið land í Vesturafrika. Sierra Leona hevur mark við Liberia og Guinea. OECD (stytting fyri "Organisation for Economic Co-operation and Development" hevur flokkað landið í bólkin heimsins fátækastu lond [1].
| |||
Tjóðarslagorð: "Unity, Freedom, Justice" (føroyskt: Einleiki, Frælsi, Rættvísi) | |||
Tjóðsangur: "High We Exalt Thee, Realm of the Free" | |||
![]() | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Freetown | ||
Forseti | Julius Maada Bio | ||
Varaforseti | Mohamed Juldeh Jalloh | ||
Fullveldi | 19. apríl 1971 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
71,740 km² 1.1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
5 612 685 74/km² | ||
Gjaldoyra | Leone (SLL) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .sl | ||
Telefonkota | +232 | ||
Meiri enn 51 % hava trupulleikar við at fáa reint vatn at drekka [2]. Tað eru verri enn so øll, sum hava vatn innlagt í húsini. Og tó at so er, so er tað so skitið, at tað ikki er drekkandi. So vatn at drekka og til matgerð má heintast við spann úti i býnum. Og sum so mangt annað, er hetta eisini ein av uppgávunum hjá kvinnunum og børnunum. Mong fólk búgva í fátækrabýlingum, har sum hvørki er reint vatn ella toilett.