![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/aa/Bramall_Lane_End.jpg/640px-Bramall_Lane_End.jpg&w=640&q=50)
Sheffield United F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sheffield United Football Club er eitt fótbóltsfelag heimahoyrandi í enska býnum Sheffield. Besta liðið leikar í ovastu ensku fótbóltsdeildini, Premier League.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/aa/Bramall_Lane_End.jpg/640px-Bramall_Lane_End.jpg)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/1/1f/Bramall_lane1.jpg/640px-Bramall_lane1.jpg)
Felagið varð stovnað í 1889 og limaði seg inn í Football League í 1892. Besta liðið flutti upp í Premier League á fyrsta sinni í 1992, á oðrum sinni í 2006 og á triðjum sinni í 2019. Sheffield United, sum millum manna eisini verður kallað "The Blades", spælir heimadystir á Bramall Lane Stadium í Sheffield, sum rúmar fleiri enn 32.000 áskoðarum.[1] Venjarin hjá besta liðinum er Chris Wilder, sum tók við í 2016.
Býurin Sheffield liggur í enska økinum Yorkshire og Humber, sunnan fyri Leeds og eystan fyri Manchester.