![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/6b/National_Coalition_Party_logo.svg/langfo-640px-National_Coalition_Party_logo.svg.png&w=640&q=50)
Savningarflokkurin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Savningarflokkurin (finskt: Kansallinen Kokoomus, Kok; svenskt: Nationella Samlingspartiet, Saml) er ein mið-høgrasinnaður liberalur-konservativur flokkur í Finnlandi.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/6b/National_Coalition_Party_logo.svg/640px-National_Coalition_Party_logo.svg.png)
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/9/9b/Kokoomus_nimilogo.svg/250px-Kokoomus_nimilogo.svg.png)
Savningarflokkurin varð stovnaður í 1918 og er í dag ein av teimum trimum stóru flokkunum í finska ríkisdegnum. Hinir stóru flokkarnir eru Sannir Finnar og Javnaðarflokkkurin (SDP).
Síðan 2016 er Petteri Orpo formaðurin í Savningarflokkinum.
Á valinum til finska ríkisdagin tann 2. apríl 2023 fekk Savningarflokkurin 20,8 prosent av atkvøðunum. Tað svarar til 48 sessir av teimum 200 í komandi ríkisdegnum og harvið verður Savningarflokkurin størsti flokkur í finska tjóðartinginum.[1][2][3]