Sandavágssteinurin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sandavágssteinurin er ein rúnusteinur, ið var funnin í Sandavági leygardagin tann 12. mai í 1917, tá setti Martin á Mýrini seg at hvíla undir heygnum nevndur Ongjartoftir, og varð varugur við, at í einum steini vórðu høgdir stavir.[1]
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/44/Faroe_stamp_059_runen_stone.jpg/180px-Faroe_stamp_059_runen_stone.jpg)
Á steininum standa rúnar:
- Þorkell Onondarsonr, austmaðr af Rogalandi, bygði þenna stað fyrst.
ella á føroyskum:
Ein eysturmaður er, frá føroyskum sjónarmiði, ein maður frá Noregi, og er hesin Torkil sostatt frá Rogalandi í Noregi. Hann hevur helst verið fyrstur at byggja antin í Sandavági ella tí staðnum í bygdini, har rúnusteinurun var funnin. Rúnarnir á Sandavágssteininum verða hildnir at vera frá 1200-áratalinum.
Sandavágssteinurin kann í dag síggjast í Sandavágs kirkju.