Peru
From Wikipedia, the free encyclopedia
Peru, Perú ella Lýðveldið Peru (spanskt: República del Perú) er eitt land í Suðuramerika. Í suðri hevur Peru mark við Bolivia og Kili, í norðri við Ekvador og Kolumbia, í vestri við Kyrrahavið og eystri við Brasil. Peru hevur 28,6 mió. íbúgvar.
| |||
Tjóðarslagorð: Firme y feliz por la unión | |||
Tjóðsangur: Somos libres, seámoslo siempre | |||
Alment mál | Spanskt, Quechua og Aymará | ||
Høvuðsstaður | Lima | ||
Forseti | Dina Boluarte | ||
Forsætisráðharri | Alberto Otárola | ||
Fullveldi | 28. juli 1821 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1.285.216 km² 0,41 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2021 - tættleiki |
34 294 231 23/km² | ||
Gjaldoyra | Sol (PEN) | ||
Tíðarøki | UTC -5 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pe | ||
Telefonkota | +51 | ||
Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækradømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika. Næstan helvtin av fókinum í landinum er ættað av uppruna fólkinum frá Quechua og Aymara, sum eru av teimum størstu fólkabólkum í landinum. Størsi býurin og høvuðsstaður er Lima. Tjóðardagur er 28. juli.