Ekvador
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tjóðveldið Ekvador (upprunaheiti: República del Ecuador) er eitt land í Suðuramerika. Í norðri hevur Ekvador mark við Kolumbia, í vestri við Kyrrahav, og í suðri við Perú. Til Ekvador hoyra eisini Galapagosoyggjar, tær eru 1.000 km úti í Kyrrahavi. Fólkið í Ekvador er nógv blandað, tíggjundaparturin er hvítur, hitt eru mesitzar, blámenn og indiánar. Tó at hvítu eru so lítil partur av fólkinum, sita teir kortini við ræði, og stýrislagið er tað sama sum í hinum londunum í Suðuramerika.
| |||
Tjóðarslagorð: "Dios, patria y libertad" | |||
Tjóðsangur: "Salve, Oh Patria" | |||
Alment mál | Spanskt | ||
Høvuðsstaður | Quito | ||
Forseti | Daniel Noboa | ||
Varaforseti | Verónica Abad Rojas | ||
Fullveldi | 16. februar 1830 (frá Spania) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
283 561 km² 5,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2023 - tættleiki |
17 483 326 69/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari (USD) | ||
Tíðarøki | UTC | ||
Økisnavn á alnetinum | .ec | ||
Telefonkota | +593 | ||
Bruttotjóðarúrdrátturin fyri hvønn íbúgva: 3 300 USA dollarar (17 000 DDK) [1].