Oyggjaleikir 2015
From Wikipedia, the free encyclopedia
XVI (16.) Oyggjaleikir vórðu hildnir á Jersey í døgunum 27. juni til 3. juli 2015. Leikirnir verða eisini nevndir Natwest Oyggjaleikir (2015 Natwest Island Games) av sponsor ávum.[1] 24 oyggjasamfeløg vóru við í oyggjaleikunum, og kappast varð í 16 ítróttagreinum á leikunum á Jersey. Føroyar plaga at klára seg væl innan innan fimleik og judo, men hesar ítróttagreinar vórðu ikki umboðaðar á Oyggjaleikunum 2015.[2] Føroyar endaðu á fjórðaplássið við 18 gull, 18 silvur og 24 bronsuheiðursmerkjum. Av teimum 60 heiðurmerkjunum hjá Føroyum komu meira enn helmingurin, 36 heiðursmerki, frá svimjingini: 10 gull, 10 silvur og 16 bronsuheiðursmerki. Vertsoyggin Jersey vann kappingina við 50 gull, 54 silvur og 29 bronsuheiðursmerkjum. Isle of Man gjørdist nummar tvey og Guernsey nummar trý.
Oyggjaleikir 2015 | |
Vertsland | ![]() |
Luttakandi oyggjalond | 24 |
Luttakandi ítróttarfólk | 3000 |
Ítróttargreinir | 14 |
Byrjar | 27. juni 2015 |
Endar | 3. juli 2015 |