Ole Wich
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ole Wich (føddur 4. november 1953 í Blommenslyst á Fjóni í Danmark) er danskur/føroyskur grafikari og listamaður, sum er føddur og uppvaksin í Danmark og hevur búð í Føroyum síðan 1980.
Ole Wich | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 4. nov 1953 í/á Blommenslyst |
Starv | myndatakari, høvundur, søgufrøðingur, yrkjari |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000384141291 |
VIAF | 274077674 |
LCAuth | n98060415 |
Hann hevur í nógv ár starvast í grafisku vinnuni sum fotografur og lýsingarmaður. Hann hevur givið út eitt yrkingasavn "Ophav" og hevur arbeitt sum myndlistamaður við samansetingum, ofta burtur úr tilfari, hann finnur sum burturkast í náttúruni. Hann hevur prýtt fleiri føroysk frímerki. Hann hevur myndprýtt bøkur við tekningum sínum, eitt nú bókina "Eiturkoppur", sum er undirvísingarbók til 3. flokk, saman við Gunnvá Dam.[1] Í 2006 gjørdi hann eitt listaverk av Merkinum við orðinum homoFObia skrivað undir. Tað elvdi til nakað av kjaki.[2] Hann hevur havt fleiri listaframsýningar, eitt nú í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2013.[3]