Oahu
From Wikipedia, the free encyclopedia
Oahu (á hawaiianskum Oʻahu) er ein kyrrahavsoyggj. Oʻahu er við sínum umleið 1,545 km2 triðstørsta oyggj í Hawai'i, og her búgva umleið 953 túsund fólk. Størsi býurin og eisini høvuðsstaður í Hawai'i er Honolulu. Hægsta punktið á oynni er Mount Kaʻala 1220 m. Fólkatættleikin her er væl oman fyri miðalfólkatalið í Hawai'i. Fólkatættleikin er 631,7 persónar fyri ferkilometurin, og tað er nógv í amerikanskum høpi. Fólkatættleikin í Hawai’i er í miðal 82,6 fólk fyri hvønn km2 og í USA 34,2/km2. Á Oʻahu er nógv fólk av japanskum uppruna.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/0/09/Oahu_%281%29.jpg)
Havið kring Oʻahu er fult av lívi og heimstaður hjá til dømis hvalum, delfinum og stórum havskjaldbøkum, ið til tíðir kunnu síggjast frá landi.
Sí miðlasavnið