Hawaii
From Wikipedia, the free encyclopedia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Staturin Hawaiioyggjar (Hawaiianskt: Mokuʻāina o Hawaiʻi, Enskt: State of Hawaii) er ein lutstatur í USA við 1,4 miljónum innbúgvum (2014). Hawaiioyggjar liggja langt úti í Kyrrahavinum - millum Norðuramerika og Japan – seks tíma flúgving úr Los Angeles í Kalifornia. Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Í 8. øld nomu polynesar land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har. Hawaiioyggjar vóru til ár 1900 frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í ríkisfelagskap við USA. Í 1959 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á Oahu, men størsta oyggin er Hawaii.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Hawaiianskt og Enskt |
Høvuðsstaður: | Honolulu |
Størsti býur: | Honolulu |
Innlimað: | 21. august 1959 |
Guvernørur: | David Ige (D) |
Stødd: | 29,311 km² |
Fólkatal (2014): | 1,408,600 |
fyri km²: | 82,6/km² |
Tíðarzona: | UTC -10 |
Heimasíða: | Hawaii.gov |
At Hawaii eisini hevur verið bretskt hjáland, sæst m.a. væl á hawaiianska flagginum. Hawaiianska flaggið hevur bretska flaggið í ovasta vinstra teigi og síðan 6 linjur, eina fyri hvønn oyggj (Hawaiʻi, Oʻahu, Kauaʻi, Kahoʻolawe, Lānaʻi, Maui, Molokaʻi og Niʻihau). Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum – amerikanar, kinesar og japanar eru flestir í tali. Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi.
Eins og Føroyar, so verða oyggjarnar hildnar at hava verið bygdar síðani nakað fyri ár 1000, hóast spor tó eru frá íbúgvum heilt aftur til ár 300. Tilflytararnir eru komnir frá øðrum polynesiskum oyggjasamfeløgum. Á O'ahu og øðrum oyggjum, sum polynesar búsettu seg á, var fruktagott og gott landbúnaðarlendi. Teir búsettu seg á summum oyggjum og dyrkaðu kokosnøtur, epli, bananir og tero, og veittu vatn á markirnar. Hawaiianar sigldu í kanoskapaðum bátum til fjarskotnar oyggjar. Bátarnir høvdu tvinnanda kjalir, sum vórðu bundir saman. Bátarnir høvdu eisini árar og segl. Teir førdu konufólk, menn og børn umframt bæði plantur, dýr og fræ, sum fólk høvdu fyri neyðini, tá ið tey skuldi seta búgv á oyggjunum, tey komu til. Hawaiianar vóru sjáldsama skilagóðir og dugnaligir sjómenn. Teir sigldu eftir stjørnunum ógvuliga langar leiðir, og miðjaðu seg eftir ætt og alduskoti.
Oyggjarøðin varð í 1778 funnin av rannsóknarfaranum James Cook (1728–1779), og nevndi hann tær Sandwichoyggjarnar eftir John Montagu, 4. jallinum av Sandwich, ið fíggjaði ferðirnar hjá James Cook. Teir, sum vóru við James Cook á triðju rannsóknarferð hansara, vóru fyrstu evropearar, sum komu til Hawai'i. Tá ið teir komu hagar, varð tikið ímóti Cook, sum var hann ein gudur, men aðru ferð, hann vitjaði oyggjarnar, gjørdist ósemja, og ein dagin, tá ið James Cook keglaðist við Hawaiibúgvar í Kealakekua, varð hann dripin. Stutt aftaná varð oyggjabólkurin samlaður í eitt kongsríki av kong Kamehameha tí fyrsta. Hetta stýrislag helt sær meiri ella minni, til oyggjarnar blivu innlimaðar í amerikanska samveldisríkið sum territorium í 1898.
Knappliga, utten krígsavbjóðing, høvdu japanarar 7. des. 1941 gjørt eitt oyðandi sniðálop á tann amerikanska kyrrahavsflotan í Pearl Harbor á Hawaiioyggjunum. Fimm amerikonsk slagskip og 15 onnur skip vórðu søkt ella oyðiløgd. Harvið kom USA upp í kríggið í parti við teimum sameindu.
Í 1959 bleiv Hawaii innlimað sum 50. staturin í amerikanska samveldisríkinum.
Í miðjuni av Kyrrahavinum liggur oyggjabólkurin Hawai’i, har lendið skiftir ímillum fruktagóðan regnskóg og grótoyðu, og grótbræðing streymar úr bullandi rivum í jørðini. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar eru av gosgróti. Gosfjøllini hava verið mong, men nú er bara lív í tveimum. Hesi bæði rúka í heilum og taka stundum á at goysa, men eru tó vandaleys at búgva við. Uppi á gosfjøllunum standa ferðamannaheim, sum eru fullsett við ferðafólk alt árið. Tey vilja fegin á myrkari nátt síggja niður í eitt gløðandi gosop, og um dagin njóta tað fríða útsýnið av fjøllunum. Fleiri staðir er eisini møguleiki at svimja í heitum keldum. Hægsta fjallið er 4.207 metrar. Ein av teimum flottastu tropisku fossunum er at finna á Kauaʻi.
Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað frálíka veðurlagið og tann fruktagóða jørðin gera, at mong fólk huga sær væl at búgva í oyggjunum. Hægsta fjallið er 4.207 m. høga gosfjallið Mount Kea.
Flotahavnin Pearl Harbour er gitin frá Seinna heimskríggi.
Hawaii eru 132 gosoyggjar. Flestu gosfjøll eru á kantinum á meginlandaplátunum, sum jarðarskorpan er býtt sundur í. Hesi gosfjøllini verða soleiðis til, at groyti spríkir upp ígjøgnum ein gosháls og haðan upp ígjøgnum rivur í havbotninum. Tá ið pláturnar í jarðarskorpuni flyta seg uppi yvir einum tílíkum goshálsi, verða nýggj gosfjøll til. Nú er goshálsurin undir oynni Hawaii.
Hóast talan er um eitt oyggjasamfelag av vulkanskum tilfari, so er landslagið nógv øðrvísi enn í Føroyum. Tað eru stórar oyggjar við líðandi halli og uttan stórar dalar og firðir tilevnaðir av jøklum, soleiðis sum vit kenna tað í Føroyum. Tó so eru Hawaiioyggjarnar uppbygdar av lava frá eldgosum - ein tilgongd, ið enn fer fram hvønn dag á stóru oynni. Tær sandstrendurnar, ið eru, eru gjørdar úr vulkanskum tilfari og eru tí rættiliga myrkar. Hægsta fjallið, Mauna Kea, er 4205 m. høgt mátað frá sjóvarmálanum. Men fjallið byrjar longu undir havinum, niðri á djúphavinum einar 6000 metur undir sjóvarmálanum, og kann tí á sín hátt nevnast hægsta fjall í heiminum við sínum 10,000 metrum frá fótinum á fjallinum til toppin.
Navn (hawaiianskt upprunaheiti) |
Vídd | Íbúgvatal (2011) | Íbúgvatættleiki | Hægsti staður | Hædd |
---|---|---|---|---|---|
Hawai'i | 10,432.5 km2 | 185,079 | 17.7407/km2 | Mauna Kea | 4,205 m. |
Maui | 1,883.4 km2 | 144,444 | 76.692/km2 | Haleakalā | 3,055 m. |
O'ahu | 1,545.4 km2 | 953,207 | 616.78/km2 | Mount Kaʻala | 1,220 m. |
Kauaʻi | 1,430.5 km2 | 66,921 | 46.783/km2 | Kawaikini | 1,598 m. |
Moloka'i | 673.4 km2 | 7,345 | 10.9074/km2 | Kamakou | 1,512 m. |
Lānaʻi | 363.9 km2 | 3,135 | 8.615/km2 | Lānaʻihale | 1,026 m. |
Niʻihau | 180.0 km2 | 170 | 0.944/km2 | Mount Pānīʻau | 381 m. |
Kahoʻolawe | 115.5 km2 | 0 | 0/km2 | Puʻu Moaulanui | 452 m. |
Ni'hoa | 0.69 km2 | 0 | 0/km2 | Miller's Peak | 272 m. |
Mokumanamana | 182,890 m2 | 0 | 0/km2 | 84 m. | |
Kānemilohaʻi | 24.891 ha | 10 | La Perouse Pinnacle | 37 m. | |
Pūhāhonu | 24,030 m2 | 0 | 0/km2 | 52 m. | |
Nalukākala | 1,935 km2 | 0 | 0/km2 | ||
Kauō | 4.11 km2 | 0 | 0/km2 | 15 m. | |
Papaʻāpoho | 1.5 km2 | 0 | 0/km2 | 12 m. | |
Holoikauaua | 35.998 ha | 0 | 0/km2 | ||
Pihemanu Kauihelani | 6.2 km2 | 40 | 13 m. | ||
Mokupāpapa | 86.237 ha | 0 | 0/km2 |
Bøndurnir á Hawaiioyggjum velta sukurrør og ananas. Nógv ferðafólk koma alt árið til oynna Mavi og hinar Hawaiioyggjar. Ferðafólkið er nógv, sum hagar kemur, og mong eru tey, sum liva av at taka ímóti teimum. Tey arbeiða á ferðamannastovum, gistihúsum, handlum og gera smálutir at selja teimum mongu ferðamonnum, sum við flogførum og stórum skipum koma yvir um hav at sóla sær við strendurnar og at bólta sær í Kyrrahavinum.
Tað búgva 1,3 mió. fólk í oyggjunum. Upprunaliga búðu har bara polynesarar, men nú eru teir ikki óblandaðir, tí fólk úr øllum ættum eru komin hagar. Fjøldin av teimum er japanarar, amerikanarar, filiparar, kinesarar o.a., og allir liva teir í góðari semju sum eitt fólk. Av upprunafólkinum eru bara eini 20 000 eftir. Nógv fólk úr USA kemur eisini til oyggjarnar at halda frí.
Øll duga og brúka orð sum "Aloha" (hey) og "Mahalo" (takk). Tey flestu brúka eisini ávís orð fyri lokalar fruktir og djór - serliga fisk. Eisini hava nøkur staðarnøvn upprunanøvn. Tað vísir seg, at frá tí at skúlar fóru at taka seg upp um 1830, so vann enska málið meiri og meiri frama. Í 1896 varð ásett við lóg, at enska málið skuldi brúkast til undirvísing, og at brúk av hawaiiska málinum í skúlum varð bannað - í almennum eins væl og privatum skúlum. Heilt til 1986 var bannað við lóg at brúka hawaiiskt í almennum skúlum, og tá var málið longu so gott sum útdeytt.
1900 | 1910 | 1920 | 1930 | 1940 | 1950 | 1960 | 1970 | 1980 | 1990 | 2000 | 2007 |
154,001 | 191,874 | 255,881 | 368,300 | 422,770 | 499,794 | 632,772 | 769,913 | 964,691 | 1,108,229 | 1,211,537 | 1,283,388 |
Avstralásia : Avstralia · Norfolksoyggj · Jólaoyggj · Kokosoyggjar
Melanesia : Fidjioyggjar · Papua Nýguinea · Nýkaledónia · Sálomonsoyggjar · Vanuatu
Mikronesia : Guam · Kiribati · Marshalloyggjar · Norðaru Marianaoyggjar · Mikronesiasamveldið · Nauru · Palau
Polynesia : Amerikanska Sámoa · Cooksoyggjar · Franska Polynesia · Hawai'i · Nýsæland · Niue · Pitcairnoyggj · Sámoa · Tokelau · Tonga · Tuvalu · Wallis- og Futunaoyggjar
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.