Nikola Tesla
serbiskur-amerikanskur uppfinnari, maskinverkfrøðingur, alisfrøðingur og spámaður / From Wikipedia, the free encyclopedia
Nikola Tesla (føddur 10. juli 1856, deyður 7. januar 1943) var ein serbiskur-amerikanskur[2][3][4][5] uppfinnari, maskinverkfrøðingur, alisfrøðingur og spámaður. Hann er viðurkendur sum ein av mest týðandi vísindafólkum í 19. øld og í byrjanini av 20. øld. Hann var mest kendur fyri hansara patentir og ástøði, ið hava lagt støði undir nútíðar AC-skipanum (vendistreym).[6]
Nikola Tesla | |
---|---|
Tesla, umleið 1896. | |
Fødd(ur) |
(1856-07-10)10. juli 1856 Smiljan, Eysturríkska ríkið (nútíðar Kroatia) |
Andaðist |
7. januar 1943(1943-01-07) (aldur 86) New York City, New York, USA |
Deyðsorsøk | Blóðtøpp í hjarta |
Etnisk bakgrund | Serbi |
Ríkisborgaraskapur |
Eysturríkskur (í 1891, áðrenn hann gjørdist amerikanskur ríkisborgari)[1] Amerinskur (30. juli 1891 – 7. januar 1943) |
Útbúgving | Graz University of Technology (gavst) |
Fyrimynd:Infobox engineering career | |
Undirskrift |
Nikola Tesla var av serbiskum uppruna. Hann varð føddur í tí lítla býnum Smiljan í Lika-landslutinum í Keisaradøminum Eysturríki (nú í Kroatia). Hann var ríkisborgari í Keisaradøminum Eysturríki og síðan Eysturríki-Ungarn. Hann gjørdist amerikanskur ríkisborgari í 1891. Hann er maðurin handan heimsins fyrsta vendistreymsmotori, tað kunngjørdi hann í einum fyrilestri á einum amerikonskum fróðskaparsetri í 1888.