Newt Gingrich
From Wikipedia, the free encyclopedia
Newton Leroy "Newt" Gingrich (føddur Newton Leroy McPherson 17. juni 1943 i Harrisburg, Pennsylvania) er amerikanskur politikari. Newt Gingrich er eitt kent andlit í amerikonskum politikki. Hann kom í Kongressina í 1978 og er valdur tíggju ferðir [1]. Hann var formaður í Umboðsmannatinginum frá 1995 til 1999. Gingrich var við í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2012, men mátti lúta fyri Mitt Romney. Gingrich er útbúgvin søgufrøðingur og hevur skrivað fleiri bøkur. Tey seinnu árini hevur hann arbeitt sum politiskur eygleiðari.
Newt Gingrich | |
---|---|
Newt Gingrich | |
Føddur | 17. juni 1943 Harrisburg, Pennsylvania USA |
Útbúgving | Søgufrøðingur |
Trúgv | Katolikkur |
Gingrich hevur boðað frá, at um hann verður valdur presidentur, so fer hann at flyta amerikansku sendiharrastovuna í Ísrael til Jerúsalem. Hann hevur eisini sagt: "Minst til, eingin Palestinskur statur hevur nakrantíð verið, vit hava havt eitt uppfunnið palestinskt fólk, sum í veruleikanum eru arábarar og søguliga er partur av arábiska samfelagnum. Tey høvdu møguleikan at búsetast á nógvum øðrum støðum" [2].