From Wikipedia, the free encyclopedia
Staturin New Jersey (enskt: State of New Jersey) er ein av teimum 50 statunum í Sameindu Statunum og er eitt sindur minni í stødd enn Danmark, men har búgva umleið 9 mió. fólk. Víddin á lutstatinum er nærum 22 600 km² (Danmark er 42 915 ferkilometrar til støddar). Fólkatættleikin á 467/km² er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstur. Fólkatættleikin í Salem County er t.d. bara 195 fólk fyri hvønn ferkilometur. Í Hudson County, har fólkatættleikin er størstur, búgva 154 ferðir so nógv fólk á hvørjum ferkilometri sum í USA. Høvuðsstaðurin kallast Trenton og størsti býurin er Newark. Í 1787 bleiv New Jersey lutstatur í USA. Í norðri hevur New Jersey mark við New York og í vestri við Pennsylvania. Í eystri og suðri liggur Atlantshavið. Eyknevni er Urtagarðstaturin (enskt: Garden State). Teir størstu býirnir eru Newark, Jersey City, Paterson og Elizabeth. New Jersey verður eisini mett at vera tað mest urbaniseraða stakríkið í USA; 94,7 % búgva í býum og 5,3 % búgva á bygd.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | Sameindu Statirnir |
Alment mál: | Einki |
Høvuðsstaður: | Trenton |
Størsti býur: | Newark |
Innlimað: | 18. desember 1787 |
Guvernørur: | Phil Murphy (D) |
Vídd: | 22 608 km² |
Íbúgvar (2015): | 8 938 175 |
fyri km²: | 467/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.nj.gov |
Fólkið er sera fjølbroytt og nógvar ymiskar mentanir eru at finna. Í norðri eru tað í stóran mun fólk sum eru eftirkomarar av evropearum frá hjálandatíðini, fyrst og fremst frá italiumonnum, men eisini frá tilflytarum eftir hjálandatíðina. Fólkið í býum er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar, latínoamerikanar og ásiatar; 52 % av fólkinum í býnum Newark eru t.d. svørt. Umleið 18 %[1] av fókinum í New Jersey er ættað úr Italia. Høvuðsmálið er enskt, men nógv fólk duga eisini væl italskt ella spanskt.[2] Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 30 % eru protestantar. Nógvir jødar búgva í New Jersey; umleið 436 000 (5,5 %) jødar búgva í New Jersey.[3]
Teir 10 størstu býirnir í New Jersey eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[4]
Høvuðsstaðurin Trenton hevði í 2018 bara 83 973 íbúgvar.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.