Mumbai
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mumbai (/mʊmˈbaɪ/; eisini kendur sum Bombay, ið var almenna navnið til 1995 er høvuðsstaður í indiska stakríkinum Maharashtra í Vesturindia. Í Mumbai býi búgva fleiri enn 12,5 mió. fólk, ið ger býin til størsta bý í India eftir fólkatalinum. Í stórbýarøkinum Mumbai búgva 18,5 milliónir, og um øll regiónin verður tald við, so kemur fólkatalið upp um 20 milliónir, ið ger Mumbai regiónina til ein av heimsins størstu stórbýum eftir fólkatalinum. Mumbai er ein týdningarmikil havnabýur. Býurin er á einari oyggj, upprunaliga tó á sjey oyggjum, ið nú eru bygdar saman. Mumbai liggur eystantil í India og hevur góða náttúruhavn. Býurin er eisini ríkasti býur í India. Uttan um býin eru stórar bummullarlundir, og í Mumbai eru fleiri spuna- og klædnavirki. Helmingurin av øllum fólkinum í Mumbai arbeiðir í klædnaídnaðinum.
Mumbai मुंबई Bombay | |
---|---|
Metropolis | |
Ovast við urinum: Cuffe Parade skyline, Taj Mahal Palace Hotel, Chhatrapati Shivaji Terminus, Bandra–Worli Sea Link, og Gateway of India. | |
Kelinavn: City of Seven Islands, City of Dreams,[1] Gateway to India, Hollywood of India | |
Staðseting av Mumbai í Maharashtra, India | |
Coordinates: 18°58′30″N 72°49′33″E | |
Land | India |
Stakríki | Maharashtra |
Distrikt |
Mumbai City Mumbai Suburban |
Fyrrverandi navn | Bombay |
Almennmál | Marathi[2][3] |
Lokalt mál | Marathi[4] |
Fysta búseting | 1507 |
Uppkallað eftir | Mumbadevi |
Stjórn | |
• Slag | Borgarstjóra-Býráð |
• Eind | MCGM |
• Borgarstjóri | Snehal Ambekar[5] (Shiv Sena) |
• Kommunustjóri | Ajoy Mehta[6] |
Øki[7] | |
• Metropolis | 603 km2 (Bad rounding here230 sq mi) |
• Stórbýarøki | 4.355[7][8] km2 (1.681,5 sq mi) |
Hædd | 14 m (46 ft) |
Fólkatal (2011)[9] | |
• Metropolis | 12.478.447 |
• Støða | 1. |
• Tættleiki | 21,000/km2 (54,000/sq mi) |
• Stórbýur[10][11] |
18.414.288 20.748.395(Extended UA) |
• Stórbýur, støða | 1 |
Íbúgvanavn | Mumbaikar |
Tíðasona | IST (UTC+5:30) |
ZIP-kotur | 400 001 to 400 107 |
Økiskota | +91-22 |
Akfar skráseting | MH-01 (Mið), MH-02 (Vestur), MH-03 (Eystur), MH-47 (Norður) |
Heimasíða | www.mcgm.gov.in |