From Wikipedia, the free encyclopedia
Mpumalanga er ein landslutur í Suðurafrika.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | Suðurafrika |
Mál: | swazi, zulu, tsonga, ndebele, pedi, sotho, afrikaans og enskt. |
Høvuðsstaður: | Mbombela (Nelspruit) |
Størsti býur: | Mbombela (Nelspruit) |
Vídd: | 76 495 km²[1][2] |
Íbúgvar (2021): | 4,7 mió[1] |
fyri km²: | 53 /km² |
Tíðarzona: | UTC +2 |
Heimasíða: | www.mpumalanga.gov.za |
Landsluturin hevur mark við Limpopo í norðri, við Mosambik og Eswatini (fyrrverandi Svasiland) í eystri, við KwaZulu-Natal í suðri, við Free State í ein útsynning og við Gauteng í vestri.
Mbombela (Nelspruit) er høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum. Aðrir býir eru eMalahleni (Witbank), Ermelo, Middelburg, Piet Retief og Secunda.
27,7 % av fólkunum tosa swazi, 24,1 % zulu, 10,4 % tsonga, 10,1 % ndebele, 9,3 % pedi, 7,2 % afrikaans, 3,5 % sotho, og 3,1 % enskt.
Landsluturin varð stovnaður í 1994. Eystari parturin av táverandi landslutinum Transvaal og heimlondini KwaNdebele, KaNgwane og sunnari parturin av Gazankulu vórðu samanløgd til nýggjan landslut Eastern Transvaal/Oost-Transvaal. Árið eftir fekk landsluturin navnið Mpumalanga.[1]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.