Mads Andreas Jacobsen
føroyskur politikari, bókavørður og rithøvundur / From Wikipedia, the free encyclopedia
Mads Andreas Jacobsen (17. september 1891 í Tórshavn - 31. mai 1944) var ein føroyskur rithøvundur, politikari, lærari og bókavørður. Eftir preliminerskúlan í Havn í 1907, fór hann til Keypmannahavnar at ganga á studentaskúla. Hann tók studentsprógv í 1910. Í nøkur ár læs hann síðan matematik, alisfrøði, evnafrøði og astronomi, men hann gjørdi seg ikki lidnan við lesnaðin. Frá 1914 til 1919 var hann lærari í realskúlanum og á Føroya Læraraskúla. Í 1919 bleiv hann útvaldur av Føroya Løgtingi til at seta á stovn eitt føroyskt bókasavn. Hann fór til Danmarkar at nema sær útbúgving til tað endamálið, og í 1921 varð hann settur í starv sum bókavørður á Færø Amtsbibliotek, sum seinni fekk navnið Føroya Landsbókasavn, og har arbeiddi hann til hann andaðist í 1944. Hann gjørdist formaður fyri Føroya Fornimmissavn í 1920. Hann var formaður í Varðanum frá 1918-34, nøkur ár saman við Richard Long. Hann skrivaði nakrar stuttsøgur og nakrar yrkingar, men tað mesta av tí hann skrivaði var yrkisbókmentir og vísindalig verk. Hann skrivaði m.a. bøkur til undirvísingarnýtslu og tók sær eisini av at ritstjórna og at útgeva bøkur ið onnur høvdu skrivað.[1]
Mads Andreas Jacobsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. sep 1891, 1891 í/á Tórshavn |
Andaðist | 31. mai 1944, 1944 í/á Tórshavn |
Starv | politikari, bókavørður, lærari, høvundur, lexicographer, literary critic |
Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
Mál | Føroyskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000081432761 |
VIAF | 64081305 |
LCAuth | n82159979 |
Commons | Mads Andreas Jacobsen |