From Wikipedia, the free encyclopedia
Lodi (lombardeisiskt mál: Lòd)[1] er ein býur og kommuna í Lombardia, í Norður-Italiu, sum liggur 35 kilometrar í ein landsynning av Milano. Tann 31. desember 2013 búðu 43.465 fólk har.[2]
Flagg | Skjaldarmerki |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Italia |
Landslutur: | Lombardia |
Vídd: | 41,43 km2 |
Íbúgvar (2013): | 43.465 |
Íbúgvar fyri km²: | |
Borgarstjóri: | Sara Casanova |
Heimasíða: | www.comune.lodi.it/ |
Størsti parturin av Lodi liggur við vestara áarbakka av Adda ánni.
Ein av best dámdu vørunum frá Lodi er Granone Lodigiano, ið er ein ostur, ið minnir um Parmesan ostin. Granone Lodigiano verður skorin sum tunt pappír, tá ið hann verður serveraður og nevnist tá Raspadüra.
Ein onnur vetrarvøra frá Lodi er Filsòn, ið er valnøtir ið eru turkaðar og royktar og hanga saman í longum røðum. Tær verða seldar í vetrarferiuni, á San Bassiano degnum hvørt ár hin 19. januar.
Ein onnur vøra frá Lodi er ein turr valnøtukøka, ið nevnist Tortionata.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.